Frítt Data
Vit gera klárt til 5G við nýggjum telefonhaldum frá Nema, og í hesum sambandi vilja vit eisini víðka um møguleikarnar hjá okkara kundum.
Tí bjóða vit nú øllum kundum okkara telefonhald við fríum data.
Familjuhald
Frí tala og SMS í Føroyum
Nema útlond
{{ roamingPrice }} kr./mðn.
{{ formatPrice(totalPrice) }} kr.
/mðn.
* Minsti prísur er {{ formatPrice(calculateMinPrice()) }} kr. Við stovnan rinda nýggir kundar fyri dagar, sum eru eftir í verandi mánaða. Eftirfylgjandi rindar kundin fullan mánaðarligan prís.
Fá eSIM
eSIM er í stuttum eitt SIM-kort, sum er bygt í fartelefonini. Við nýggju SIM-tøknini ber til at hava eSIM í staðin fyri eitt klassiskt SIM-kort, og á tann hátt hava tvey virkin telefonnummur á somu fartelefon.
2 fyri 1 appin
Við 2 fyri 1 appini kunnu allir telekundar hjá Nema bjóða vinum við til góðar upplivingar. Legg telefonina til síðis eina løtu og bjóða onkrum við í biograf, at koyra go-kart ella til ein kaffimunn.
Heinta appirnar í lumman
Mítt Nema
2 fyri 1
Best umtóktu vørurnar á nethandlinum
Tíðindi
Fipurnet til Selatrað, Vestmanna & Hoyvík
Fipurnet er nú tøkt at undanbíleggja á hesum adressum: Karlamagnusarbreyt 13 & 15, Hoyvík Vestmanna 1 partur (Sí mynd niðanfyri) Selatrað Undanbílegg sum skjótast … og slepp undan øllum roksinum. Tað eru sera nógvir fyrimunir við at undanbíleggja fipurnet, áðrenn freistin er farin. Tit fáa eina lidna loysn, sum riggar, so skjótt montørurin er liðugur. Fipurin verður lagdur inn í húsið Fipurbrúgv verður gjørd Routari/beinari verður settur til og uppsettur Internetið verður eftirkannað Tú sleppur sostatt undan at bíleggja, gjalda fyri montør og uppsetan av beinara. Net stendur fyri øllum, og tú fært fipurnetið so skjótt sum tilber. Undanbíleggingin er tí ein fullfíggjað loysn. Undanbílegg/skráset teg í dag: Hvat er fipur og hvørjir fyrimunir eru? Fipurnet fer at kollvelta tøknina, vit kenna í dag. Tøknin letur upp fyri, at telefeløgini kunnu bjóða ferðir heilt upp til 1000 Mbit og meira. Tað er óhoyrt fyri føroyingar og fólkið, ið her býr. Fipur er ein nútímans tøkni, sum gevur ógvuliga skjótt og álítandi internetsamband gjøgnum ljósleiðaratægrar, ið eru til tjúkdar sum eitt hár. Sjálvur fipurkaðalin er nakrar fáar millimetrar til tjúkdar og liggur vardur í eini sterkari rørleiðing, sum er átta millimetrar til tjúkdar. Ein slík rørleiðing verður løgd inn til hvørt einstaka húsarhald. At leggja fipur er tískil ein sera stór íløga, bæði fíggjarliga og í arbeiðsorku. Men eitt fipurnet er harafturímóti skynsamari í rakstri enn verandi koparnet. Tilfarið er bíligari, krøvini til kaðalveitingar eru minni, og fipurnetið verður neyvt kortlagt og skrásett við GPS-punktum. Harafturat er eitt fipurnet meira atkomuligt og lættari at umvæla. Her er fipurnet tøkt Ætlan fyri útbygging
Talgildur uppruddingardagur
Digital Cleanup day ella Talgildur ruddingardagur er ein dagur, har dentur verður lagdur á tað umhvørvisliga fótafarið, ið talgildi pallurin setur á heimin. Ætlanin við degnum er at vísa á, hvørja ávirkan tøknin hevur á umhvørvið og at gera fólk tilvitað um, at tað eisini er neyðugt at rudda talgildu pallarnar. Talgildi ruddingardagurin er 3. leygardag í mars, hvørt ár. Tey flestu av okkum hava eina rúgvu av dátum í skýnum. Her er talan um myndir, teldupostar og trygdarrit av telefonum og teldum. Tað krevur eina rúgvu av orku at goyma og varðveita okkara dátur, og vit kunnu gera okkara fyri at vit ikki goyma óneyðuga stórar mongdir av dátum. Fyri at spara uppá Co2 útlátið kunnu vit rudda út í tí, ið vit goyma í skýnum. Nøkur góð ráð til at rudda út í tínum talgilda tilfari. Sortera og sletta í tínum myndum á t.d. Icloud og Google drive Rudda út í tínum teldupostum. Serliga teir teldupostarnar, ið hava myndir og stóra fílar fylla nógv Strika øll tíðindabrøvum, ið tú fær umvegis teldupost, men sum tú ikki lesur Sletta appirnar, ið tú ikki brúkar, bæði á telefonini og á telduni. Sortera og sletta í tíni Downloads mappu Minst til at tøma ruskílatið á skriviborðinum á telduni og í myndamappuni á telefonini. Nøkur góð ráð til at betra um Co2 útlátið frá tínum talgildu pallum Tá tú tekur myndir, er snilt at velja tær bestu myndirnar burturúr beinanvegin og sletta restina Tá tú tekur myndir, er snilt at velja tær bestu myndirnar burturúr beinanvegin og sletta restina Sletta teldupostar, ið eru avgreiddir, og sum ikki hava nakran týdning Sker allar óneyðugar teldupostar, við myndum og stórum fílum, burtur. Bæði teir, ið tú sendir og teir, ið tú móttekur. Er hetta fyrstu ferð, ið tú ruddar út á tínum talgildu pallum, er upptakið allarhelst stórt. Men gera vit hetta hvørt ár, er uppruddingararbeiði meira einfalt og hugaligt. Mann metur: at ein sendur teldupostur, ið fyllir 1 MB, útleiðir 20 gram av Co2 at KT-vinnan, í øllum heiminum, útleiðir eins nógv Co2 sum flogvinnan at dátumiðstøðir nýta áleið 10% av øllum streyminum í heiminum.
Nema er aftur fyrst
Nú kunnu føroyingar fáa FRÍTT DATA frá Nema. Vit eru sera errin av, at vit enn einaferð eru fyrst á marknaðin við einum nýggjum telefonhaldi, ið er slóðbrótandi fyri føroyskt fjarskifti. Í londunum rundan um okkum hevur tað, í eina tíð, borið til at fáa telefonhald við fríum data, og vit eru ovurfegin um, at vit nú kunnu bjóða føroyingum tað sama. Tað er eingin loyna, at Nema er minni enn kappingarneytin, men hóast hetta eru vit kend fyri at bróta mørk og at flyta føroyska fjarskiftismarknaðin. Hjá Nema starvast nógv góð og ágrýtin fólk, sum vilja bjóða av og skapa nýggjar tænastur til kundarnar. Nema var fyrsti veitari at bjóða bæði 3G og 4G í Føroyum. Í 2018 var Nema fyrst á marknaðin við familjuhaldunum, sum hava havt ógvuliga góða ávirkan á føroyska fjarskiftismarknaðin. Í 2015 var Nema eisini fyrst við ungdómshaldunum, ið vóru kallað Red Ung. Fyrsti veitari at bjóða óavmarkað data til breiðband var eisini Nema, og nú er tíðin komin at bjóða telefonhald við fríum data. Vit vóna, at tað verður eins væl móttikið sum undanfarnu tænasturnar frá Nema. Vit gevast ikki her, men arbeiða altíð fram ímóti at gerast betri og at bøta um tænasturnar til okkara kundar. Vit vilja, at øll kunnu royna Frítt data frá Nema, og tí bjóða vit Frítt data fyri serprís fram til 31. juli. Les meir um Frítt Data frá Nema Frítt Data
Fipurnet til Strendur og Hoyvík
Fipurnet er nú tøkt at undanbíleggja á hesum adressum: Karlamagnusarbreyt 14, Hoyvík Hálsgøta, Strendur Eyrgøta 3 til 24, Strendur Lágargerði 1-16, Strendur Undanbílegg áðrenn 1. mars … og slepp undan øllum roksinum. Tað eru sera nógvir fyrimunir við at undanbíleggja fipurnet, áðrenn freistin er farin. Tit fáa eina lidna loysn, sum riggar, so skjótt montørurin er liðugur. Fipurin verður lagdur inn í húsið Fipurbrúgv verður gjørd Routari/beinari verður settur til og uppsettur Internetið verður eftirkannað Tú sleppur sostatt undan at bíleggja, gjalda fyri montør og uppsetan av beinara. Net stendur fyri øllum, og tú fært fipurnetið so skjótt sum tilber. Undanbíleggingin er tí ein fullfíggjað loysn. Undanbílegg/skráset teg í dag: Hvat er fipur og hvørjir fyrimunir eru? Fipurnet fer at kollvelta tøknina, vit kenna í dag. Tøknin letur upp fyri, at telefeløgini kunnu bjóða ferðir heilt upp til 1000 Mbit og meira. Tað er óhoyrt fyri føroyingar og fólkið, ið her býr. Fipur er ein nútímans tøkni, sum gevur ógvuliga skjótt og álítandi internetsamband gjøgnum ljósleiðaratægrar, ið eru til tjúkdar sum eitt hár. Sjálvur fipurkaðalin er nakrar fáar millimetrar til tjúkdar og liggur vardur í eini sterkari rørleiðing, sum er átta millimetrar til tjúkdar. Ein slík rørleiðing verður løgd inn til hvørt einstaka húsarhald. At leggja fipur er tískil ein sera stór íløga, bæði fíggjarliga og í arbeiðsorku. Men eitt fipurnet er harafturímóti skynsamari í rakstri enn verandi koparnet. Tilfarið er bíligari, krøvini til kaðalveitingar eru minni, og fipurnetið verður neyvt kortlagt og skrásett við GPS-punktum. Harafturat er eitt fipurnet meira atkomuligt og lættari at umvæla. Her er fipurnet tøkt Ætlan fyri útbygging