Frítt Data
Vit eru klár til 5G við nýggjum telefonhaldum frá Nema, og í hesum sambandi vilja vit eisini víðka um møguleikarnar hjá okkara kundum.
Tí bjóða vit nú øllum kundum okkara telefonhald við fríum data.
Familjuhald
Frí tala og SMS í Føroyum
Nema útlond
{{ roamingPrice }} kr./mðn.
{{ formatPrice(totalPrice) }} kr.
/mðn.
* Minsti prísur er {{ formatPrice(calculateMinPrice()) }} kr. Við stovnan rinda nýggir kundar fyri dagar, sum eru eftir í verandi mánaða. Eftirfylgjandi rindar kundin fullan mánaðarligan prís.
Fá eSIM
eSIM er í stuttum eitt SIM-kort, sum er bygt í fartelefonini. Við nýggju SIM-tøknini ber til at hava eSIM í staðin fyri eitt klassiskt SIM-kort, og á tann hátt hava tvey virkin telefonnummur á somu fartelefon.
2 fyri 1 appin
Við 2 fyri 1 appini kunnu allir telekundar hjá Nema bjóða vinum við til góðar upplivingar. Legg telefonina til síðis eina løtu og bjóða onkrum við í biograf, til ein betri bita ella ein kaffimunn. Tað kanst tú gera heilt ókeypis.
Heinta appirnar í lumman
Mítt Nema
2 fyri 1
Best umtóktu vørurnar á nethandlinum
Tíðindi
Suðuroyggin á 2 fyri 1
Um 2 fyri 1 appina Vit vita øll, hvussu skundmikil og krevjandi gerandisdagurin kann vera. Flest øll eru onkursvegna bundin at skíggjum, av ymiskum slag, ein stóran part av degnum og hava alsamt minni tíð til veruliga samveru við vinir og familju. í fjør kom Nema út við nýggjum fyrimuni til allar okkara kundar. Talan er um ein fyrimun, ið vit kalla 2 fyri 1. Allir kundar hjá Nema kunnu fáa gleði av hesum fyrimuni, heilt ókeypis, við at taka 2 fyri 1 appina niður á telefonina. Nema samstarvar við fyritøkur, matstovur og ymiskt virksemi í Føroyum, har fyritøkurnar saman við Nema, bjóða Nema kundum tvey fyri eitt. Sum kundi hjá Nema fært tú dupult so nógv fyri pengarnar. Vit eru sera fegin um, at vit kunnu eggja okkara kundum at steðga á eina løtu, leggja telefonina frá sær, sløkkja telduna og bjóða onkrum, sum tey eru góð við, til ein súkklutúr, eina biograf-vitjan, ein kaffimunn ella ein betri bita, heilt ókeypis. Suðuroyggin er á 2 fyri 1 Vit eru fegin um, at Suðuroyggin nú er umboðað á 2 fyri 1 appini. Vit hava gjørt nøkur samstørv í Suðri, og hava fingið fleiri góðar veitarar úr Suðuroynni. Ert tú suðuroyingur, ella skalt tú ein túr suður, so hava vit eisini okkurt til tín. Suðuroyar Kajakk 2 fyri 1 – Leiga eina kajakk í ein tíma og fá eina ókeypis. Suðuroyar Kajakk er burðardygg kajakkúleigan í Vági. Tey hava opið allar dagar, tá veðrið loyvir tí. At rógva kajakk er ein upplagdur møguleiki fyri at røra seg og fáa fríska luft. Tú bíleggur eina tíð við at ringja ella skriva á tlf. 266613. Glasstovan 2 fyri 1 – Keyp eina tvíflís og fá eina ókeypis. Tú kann velja millum høsnarunga, parmaskinku og laks. Glasstovan er ein hugnalig kafé mitt á Tvøroyri. Glasstovan hevur eina leskiliga matskrá við bæði heitum og køldum rættum. Umframt hetta tilber at fáa drekkamunn við onkrum leskiligum afturvið. Pizzaria á Tvøroyri 2 fyri 1 – Keyp eina beyglu og fá eina ókeypis. Pizzaria á Tvøroyri er ein partur av Hotel Tvøroyri. Pizzaria er kent fyri sínar framúr góðu pitsur, men eisini er møguleiki at keypa annað gott úr matskránni – m.a. Beyglu við kipsi. Tak 2 fyri 1 appina niður í dag. Sí allar 2 fyri 1 fyrimunirnar HER
5G og VoLTE til Nema kundar 15. apríl
5G í Føroyum hevur verið leingi ávegis. Í august í fjør fingu Nema kundar ágóðan av tí skjóta 5G sambandinum í útlondum. Nú kunnu vit endiliga kunngera, at vit tendra fyri 5G í Føroyum mánadagin tann 15. apríl 2024. 5G er eitt net, ið er á heimsstigi. Samanbera vit 5G við núverandi 4G, verður ferðin fleirifaldað og tænastumøguleikarnir verða uppaftur betri. Samstarv 5G netið í Føroyum er útbygt saman við FT Samskifti og Ericsson. Nema og FT Samskifti samstarva um sendistøðirnar á nýggja føroyska 5G netinum. Samstarvið fevnir um atgongd til allar sendistøðirnar, og 5G netið er til gagns fyri allar brúkarar í Føroyum. Sostatt fáa kundarnir hjá bæði Nema og Føroya Tele atgongd til sama net, somu ferð og sama kapasitet. Tað merkir, at samband og góðska av 5G netinum verður eins fyri allar føroyingar. 5G-farnetið gevur nógv hægri ferð enn 4G-netið. Tað merkir, at tú kanst taka appir, filmar og annað enn skjótari niður á telefonina. Eisini har nógv fólk eru saman. Samstarvið er uttan iva gagnligt fyri kundarnar, ið bæði fáa munandi betri dekning við nýggja 5G-netinum og framhaldandi kapping um tænasturnar. Gudny Langgaard, stjóri í Nema. VoLTE VoLTE verður somuleiðis tøkt fyri Nema kundar frá 15. apríl. Nakrir av fyrimuninum við VoLTE eru m.a. skjótari ringitíðir, hægri ljóðgóðska og minka verður um larm, tá tosað verður í telefon. VoLTE ger tað møguligt at surfa á netinum, samstundis sum tosað verður. Hóast hetta fer fram yvir netið, brúkar tú vanliga talu og ikki GB, tá tosað verður yvir VoLTE. VoLTE er tí ein eyka tænasta, ið betrar um góðskuna hjá okkara kundum.
Fipurnet til Selatrað, Vestmanna & Hoyvík
Fipurnet er nú tøkt at undanbíleggja á hesum adressum: Karlamagnusarbreyt 13 & 15, Hoyvík Vestmanna 1 partur (Sí mynd niðanfyri) Selatrað Undanbílegg sum skjótast … og slepp undan øllum roksinum. Tað eru sera nógvir fyrimunir við at undanbíleggja fipurnet, áðrenn freistin er farin. Tit fáa eina lidna loysn, sum riggar, so skjótt montørurin er liðugur. Fipurin verður lagdur inn í húsið Fipurbrúgv verður gjørd Routari/beinari verður settur til og uppsettur Internetið verður eftirkannað Tú sleppur sostatt undan at bíleggja, gjalda fyri montør og uppsetan av beinara. Net stendur fyri øllum, og tú fært fipurnetið so skjótt sum tilber. Undanbíleggingin er tí ein fullfíggjað loysn. Undanbílegg/skráset teg í dag: Hvat er fipur og hvørjir fyrimunir eru? Fipurnet fer at kollvelta tøknina, vit kenna í dag. Tøknin letur upp fyri, at telefeløgini kunnu bjóða ferðir heilt upp til 1000 Mbit og meira. Tað er óhoyrt fyri føroyingar og fólkið, ið her býr. Fipur er ein nútímans tøkni, sum gevur ógvuliga skjótt og álítandi internetsamband gjøgnum ljósleiðaratægrar, ið eru til tjúkdar sum eitt hár. Sjálvur fipurkaðalin er nakrar fáar millimetrar til tjúkdar og liggur vardur í eini sterkari rørleiðing, sum er átta millimetrar til tjúkdar. Ein slík rørleiðing verður løgd inn til hvørt einstaka húsarhald. At leggja fipur er tískil ein sera stór íløga, bæði fíggjarliga og í arbeiðsorku. Men eitt fipurnet er harafturímóti skynsamari í rakstri enn verandi koparnet. Tilfarið er bíligari, krøvini til kaðalveitingar eru minni, og fipurnetið verður neyvt kortlagt og skrásett við GPS-punktum. Harafturat er eitt fipurnet meira atkomuligt og lættari at umvæla. Sí hvar fipur er tøkt og ætlan fyri útbygging Tað er Net, ið leggur fipur kring allar føroyar. Sí teirra ætlan fyri útbygging við at trýsta á leinkjuna niðanfyri. Fipur og útbygging
Talgildur uppruddingardagur
Digital Cleanup day ella Talgildur ruddingardagur er ein dagur, har dentur verður lagdur á tað umhvørvisliga fótafarið, ið talgildi pallurin setur á heimin. Ætlanin við degnum er at vísa á, hvørja ávirkan tøknin hevur á umhvørvið og at gera fólk tilvitað um, at tað eisini er neyðugt at rudda talgildu pallarnar. Talgildi ruddingardagurin er 3. leygardag í mars, hvørt ár. Tey flestu av okkum hava eina rúgvu av dátum í skýnum. Her er talan um myndir, teldupostar og trygdarrit av telefonum og teldum. Tað krevur eina rúgvu av orku at goyma og varðveita okkara dátur, og vit kunnu gera okkara fyri at vit ikki goyma óneyðuga stórar mongdir av dátum. Fyri at spara uppá Co2 útlátið kunnu vit rudda út í tí, ið vit goyma í skýnum. Nøkur góð ráð til at rudda út í tínum talgilda tilfari. Sortera og sletta í tínum myndum á t.d. Icloud og Google drive Rudda út í tínum teldupostum. Serliga teir teldupostarnar, ið hava myndir og stóra fílar fylla nógv Strika øll tíðindabrøvum, ið tú fær umvegis teldupost, men sum tú ikki lesur Sletta appirnar, ið tú ikki brúkar, bæði á telefonini og á telduni. Sortera og sletta í tíni Downloads mappu Minst til at tøma ruskílatið á skriviborðinum á telduni og í myndamappuni á telefonini. Nøkur góð ráð til at betra um Co2 útlátið frá tínum talgildu pallum Tá tú tekur myndir, er snilt at velja tær bestu myndirnar burturúr beinanvegin og sletta restina Tá tú tekur myndir, er snilt at velja tær bestu myndirnar burturúr beinanvegin og sletta restina Sletta teldupostar, ið eru avgreiddir, og sum ikki hava nakran týdning Sker allar óneyðugar teldupostar, við myndum og stórum fílum, burtur. Bæði teir, ið tú sendir og teir, ið tú móttekur. Er hetta fyrstu ferð, ið tú ruddar út á tínum talgildu pallum, er upptakið allarhelst stórt. Men gera vit hetta hvørt ár, er uppruddingararbeiði meira einfalt og hugaligt. Mann metur: at ein sendur teldupostur, ið fyllir 1 MB, útleiðir 20 gram av Co2 at KT-vinnan, í øllum heiminum, útleiðir eins nógv Co2 sum flogvinnan at dátumiðstøðir nýta áleið 10% av øllum streyminum í heiminum.