Góða og skjóta tænastu

Fyritøkur, ið hava hald og tænastur frá okkum, eru knýtt einum vinnuráðgeva. Vinnudeildin gongur høgt uppí at veita eina góða og persónliga tænastu. Hetta inniber støðuga kunning um tænastur og vørur á fjarskiftisøkinum fyri at brynja tykkara fyritøku til tær framtíðar samskiftisavbjóðingar, ið kunnu taka seg upp innan júst tykkara vinnuøki. Harumframt hevur vinnukundaráðgevin regluligt eftirlit við haldum, fyri at tryggja, at tit hava bestu loysnina til tykkara tørv.

Væl nøgdir vinnukundar

Góð og bílig loysn, sum spardi okkum pengar

Vit hava fingið eina góða og smidliga loysn, sum spardi okkum pengar og rakti beint til okkara tørv. Ístaðin fyri at hava eina telefon á borðinum og eina í lummanum, so brúka okkara starvsfólk bara fartelefon nú. Hetta hevur minkað munandi um talið av haldum. Samstundis er okkara høvuðsnummar knýtt at eini vekslaraskipan, ið ger tað lætt at víðaristilla uppringingar til rætta viðkomandi í fyritøkuni.


Júst í Túni Vang, stjóri á Nema

Sjónet ein umráðandi loysn til okkara sjófólk

Sjónetið hevur nógv at siga fyri trivnaðin hjá okkara sjófólki. Vit hava 6 skip, sum øll brúka sjónet. Hetta merkir, at okkara sjófólk hevur gott internet samband umborð. Internetið arbeiðir skjótt, og tað er lítil munur á at vera á netinum heima og umborð. Hetta er týdningarmikið og næstan eitt krav umborð á skipum í dag.

Jens Pauli Petersen, stjóri á Faroe Origin

Deild rokning spart okkum nógva umsiting

Møguleikin at fáa deilda rokning hevur havt nógv at siga fyri okkum og hevur spart okkum nógv umsitingarligt arbeiði. Vit hava eini 60 fólk í starvi, og helmingurin av teimum hevur arbeiðstelefon við deildari rokning. Tað merkir, at vit rinda eitt fast gjald fyri teirra telefon, meðan tey rinda sjálvi fyri eykanýtslu. Hendan loysnin riggar stak væl, og vit eru væl nøgd við høga tænastustøðið.


Kjartan Hansen, stjóri á Kanjon

Góð tænasta nógv at siga

Vit eru væl nøgd við tænastuna. Vit eru ein stór fyritøka við áleið 110 fólkum í starvi. Tí er gott samskifti í fyritøkuni og við okkara kundar týdningarmikið, og góða sambandi við okkara vinnuráðgeva ger, at møguligir trupulleikar verða skjótt loftaðir og loystir.

Bogi P. Nielsen, stjóri á Faroe Ship

Internet í bilinum – ferðafólk væl nøgd

Við CarFi loysnini kunnu vit bjóða kundum, sum leiga okkara bilar, at hava internet í bilinum. Tað eru serliga ferðafólk, sum brúka hesa tænastuna, og tey eru sera glað fyri tað. Nógv eru bangin fyri at fáa eykarokning fyri data nýtslu á telefonini, tá tey ferðast. Við CarFi taka vit hesa stúran vekk, tí tey rinda eitt fast gjald fyri óavmarkaða nýtslu. Eindin verður sett til í bilinum og tey logga seg á við einum loyniorðið – sera einfalt.


Bergur Thomsen, stjóri á 62°N

Okkara egna trygga net í lummanum

Vit brúka MiFi farnet loysnina m.a. í samband við eftirlit, ið er við alingini á sjógvnum – serliga tá skrásetingar skulu gerast eftir at komið er inn á landstøðina hjá alarunum. Fyrr máttu okkara starvsfólk læna netsamband ella brúka fartelefon sum hotspot fyri at sleppa á okkara net. Nú hava tey ein lítlan 4G beinara við sær, sum passar í lumman. Tað merkir, at starvsfólkini hava altíð trygt netsamband, tá tú eru úti og gera eftirlit.

Bárður Enni, stjóri á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni

Knatt - heldur stýr á hvar bilarnir eru

Vit brúka Knatt skipanina, tí hon gevur eitt gott yvirlit yvir hvar okkara bilar eru. Vit hava 4 bilar, sum dagliga eru úti til arbeiðsuppgávur kring landið. Við Knatt kann eg síggja hvar teir eru, hvussu leingi teir eru á einum stað, hvussu leingi teir eru eftir tilfari – og hetta er hent til at fakturera eftir, rokna fjarstøðu og koyritíð ella um man skal hava fatur á onkrum, sum er tætt við.

Signar á Fríðufløtum, eigari av Málarameistarin
?Hjálp