Skjótari internet til havsins hetjur

Hvussu hevur konan tað? Hvat rokast børnini við? Hvat var í Degi og Viku í kvøld? Hvussu stóð til í fótbóltinum í dag? Hvar er grannin nú farin at ferðast?

Vit hava útbygt okkara sjónet kring Føroyar, so skip og bátar fáa skjótt internet heilt út á 60-70 fjórðingar. So er altíð okkurt nýtt at práta um í messuni,tí manningin fær gott samband heim til familjuna og samfelagið sum heild, meðan tit eru úti á havinum.

Vit senda eisini eina fráboðan umvegis SMS ella teldupost, tá 80% av nýtsluni er brúkt. So hava tit altíð skil á nýtsluni. Og um farið verður uppum ásettu nýtsluna, so nýtist ikki at stúra fyri ovurstórari eykarokning.

Ring til okkum á tel. 20 20 90 ella send teldubræv til vd@hey.fo. So hjálpa vit tykkum at finna eina loysn, ið hóskar seg best til tykkara tørv

Nú umfatar okkara sjónet eisni Ísland

Nú kunnu føroysk skip nú eisini fáa skjóta og lætta atgongd til 4G, meðan tey sigla undir Íslandi. Vit hava gjørt eina serliga avtalu, sum inniber, at føroysk skip ið hava sjónet frá okkum fáa atgongd til 4G netið kring Ísland munandi lættari enn áður.

Sí dekkningskort her

Sjónet ein umráðandi loysn til okkara sjófólk

Sjónetið hjá Hey hevur nógv at siga fyri trivnaðin hjá okkara sjófólki. Vit hava 6 skip og tey hava øll atgongd til sjónetið, sum merkir at okkara sjófólk hevur gott internet samband umborð. Internetið arbeiðir skjótt, og tað er lítil munur á at vera á netinum heima og umborð. Hetta er týdningarmikið og næstan eitt krav umborð á skipum í dag.

Jens Pauli Petersen, stjóri á Faroe Origin

Beinari til sjónet

Til okkara sjónetsloysnir, bjóða vit fyrstfloks 3G/4G beinara frá Huawei. Beinarin verður knýtur til antennuna fyri at tryggja hægsta góðsku, og møguligt er eisini at knýta fleiri tráðleysar eindir, so sum fartelefonir, teldur og teldlar.

Ring til okkum á tel. 20 20 90 ella send teldubræv til vd@hey.fo. So hjálpa vit tykkum at finna eina loysn, ið hóskar seg best til tykkara tørv

?Hjálp