Føroya elstu skip fáa Føroya mest framkomnu 4G sjónet tøkni

Hey hevur gjørt stuðulsavtalu við Felagið Føroysk Træseglskip um at veita ókeypis internet í tvey ár til tey størstu træseglskipini í Føroyum. Hetta ger tað lættari fyri ferðafólk at deila sínar upplivingar av føroysku náttúruni á sosialum miðlum, meðan tey eru umborð.

- Tað hevur stóran týdning, at skipini hava góðar fjarskiftismøguleikar og sostatt kunnu bjóða ferðafólki og næmingum umborð gott netsamband, sigur Hans Eli Hansen, formaður í Felagnum Føroysk Træseglskip. Tí fegnast vit um at fáa hesa tænastu sum stuðul frá Hey.

Talan er um træseglskipini Jóhanna, Norðlýsið, Dragin, Thorshavn og Westward Ho. Hetta merkir, at hesi nú kunnu bjóða ferðandi gott og ókeypis internet umborð umvegis 4G sjónetið hjá Hey, ið røkkur heilt út á 60 fjórðingar kring allar Føroyar.

- Gomlu træseglskipini hava sama tørv á góðari fjarskiftistøkni sum onnur skip í dag, og hesum føroyska mentanararvi vildu vit fegin stuðla. Hetta er ein samanrenning av gamlari og nýggjari tøkni, har tey ferðandi kunnu deila sína uppliving umborð á gomlu føroysku skipunum við restini av heiminum.


Share your experiences

See Instagram feed from people's experiences onboard some of the old & beautiful faroese sailships below


Instagram hashtags:

Norðlýsið: #Nordlysid
Jóhanna: #JohannaTG326
Dragin: #DraginKG212
Westward Ho: #WestwardhoTN54
Thorshavn: #MSThorshavn
Facebook check in:

Norðlýsið: Norðlýsið
Jóhanna: Jóhanna TG326
Dragin: Dragin KG 212
Westward Ho: Westward Ho Tn 54
Thorshavn: MS Thorshavn

    ?Hjálp