Starvsvenjing hjá Huawei í Kina

Á sumri 2016 bjóðaðu vit í samstarvi við Huawei og Fróðskaparsetur Føroya einum lesandi í KT-verkfrøði í starvsvenjing hjá kinverska tøknirisanum Huawei í tvær vikur – við ferð og uppihaldi goldið.
 
Hepni føroyingurin, ið fekk møguleikan at vera við, var Gunnar S. Knudsen. 

Vit hava samstarv við Huawei, ið hevur framleitt ein stóran part av fjarskiftistøknini, sum okkara kundar njóta gott av. Samstarvið ber í sær, at ein ungur føroyingur fekk møguleika – ókeypis – at vera við í Summer Camp 2016 hjá Huawei saman við fleiri enn 500 øðrum lesandi úr Europa. 
 
- Eg eri heilt “over the moon” fyri at fáa hendan møguleikan, segði Gunnar í síni fyrstu viðmerking til tíðindini um, at hann var kosin til at vitja Huawei.  
 
Vitjaði høvuðssæti hjá Huawei
Starvsvenjingin var í trimum býum: Hangzhou, Beijing og í Shenzhen, har ið høvuðssætið hjá Huawei er. Gunnar fekk høvið til at vitja R&D-miðstøðina hjá Huawei, har hann fekk innlit í gransking innan nýggja samskiftistøkni. 
 
Vit fegnast um at kunna bjóða ungum lesandi møguleikan at fáa undirvísing og innlit í nýggjastu tøknina á tele-marknaðinum. 
 

Søk um stuðul frá okkum

Hava tit hugskot til verkætlan, har vit kunnu hjálpa tykkum samstundis sum tit hjálpa okkum. So ert tú vælkomin at senda okkum tína stuðulsumsókn.

Hesum hava vit stuðlað

Esport.fo

Vit stuðla føroyskum game'arum við at vera ein strategiskur partnari hjá Esport Føroyar. Hetta inniber at hýsa servarum til spøl og at leggja høli til stórar kappingar í Føroyum.

Les meira

Starvsvenjing í Kina

Í samstarvi við Huawei og Fróðskaparsetur Føroya sendu vit ein lesandi í KT-verkfrøði í starvsvenjing hjá kinverska tøknirisanum Huawei á sumri í 2016 – við ferð og uppihald goldið.

Les meira

Samskiftisveitari hjá HSF

Vit eru stórstuðul og fjarskiftisveitari hjá Hondbóltssambandi Føroya. Við hesum ynskja vit at vera ein virkin stuðul hjá føroyskum hondbólti, ið hevur stóran týdning fyri føroyskan ungdóm. 

Les meira

Upp á Trøllkonufingur

At vera djørv er partur av okkara DNA – tí stuðlaðu vit 4 ungum monnum við klintriútgerð, ið teimum tørvaði til at klintra upp á 313m høga Trøllkonufingur. Klintringin varð varpað beinleiðis á netinum.

Les meira

Lukas Graham konsert

Lukas Graham hevði konsert í Føroyum í oktober 2015, og vit stuðlaðu tiltakinum við at selja atgongumerki í handlunum í Saltangará og í Tórshavn (SMS). 

Føroya elstu skip fáa 4G

Í 2017 gjørdu vit stuðulsavtalu við Felagið Føroysk Træseglskip um at veita ókeypis internet í tvey ár til tey størstu træseglskipini í Føroyum. Hetta ger tað lættari fyri ferðafólk at deila sínar upplivingar.

Les meira
?Hjálp