Klintritúrur upp á Trøllkonufingur

Tann 6. juli í 2015 klintraðu fýra ungir mans upp á 313 metrar høga Trøllkonufingur, ið stendur sunnanfyri Vágoynna. Tað serliga við hesum klintritúri var, at tú og eg kundu fylgja beinleiðis við, meðan teir klintraðu. Vit valdu at stuðla klintrarunum við klintriútgerð, og í tøttum samstarvi við okkum løgdu klintrararnir myndir og filmsbrot út á alnetið.

Ungu menninir – Pætur Jørðdal Niclasen, Jóhannus Hansen, John Petersen, Bergur Mikladal og Baldur Meitil – eru ikki óroyndir klintrarar. Teir hava tikið skeið í klintring, og fleiri teirra hava klintrað saman áður m.a. upp á Øldina, Risan og Kellingina, Tindhólm og Ytra Koll.

At vera djørv er partur av okkara DNA – tí vóru vit beinanvegin við uppá hesa verkætlan. Við hjálp frá okkara nýútbygda farneti kundu vit varpa beinleiðis av Trøllkonufingri umvegis 3G. Harvið kundu vit øll verða partur av avbjóðandi upplivingini hjá djørvu ungu monnunum, meðan teir hanga í leysari luft 300 metrar yvir vatnskorpuni.

Myndir og filmar á Snapchat og Instagram
Meðan teir klintraðu løgdu teir myndir og filmar út umvegis fartelefon á Snapchat og Instagram, ið er nógv brúkt av føroyingum.

Felix Baumgartner og Trøllkonufingur
Møguleikin at fylgja beinleiðis við tíllíkum roysnisbragdi gjørdist kendur, tá ið Felix Baumgartner hoppaði úr 39 km hædd, og fólk um allan heim kundu fylgja beinleiðis við á alnetinum. Hesufer er talan um at sigra á gátuføra fingrinum, sum rísur 313 metrar upp úr Norðuratlantshavinum.

Túrurin tók 49 tímar. Ungu mennirnir fóru avstað kl. 3 mánamorgun, klintraðu upp á Ovaraskarð, sum er umleið 270 metrar uppi, har teir yvirnáttaðu í soviposum. Dagin eftir hildu teir áfram, og um nátturðatíð týsdag stóðu teir uppi á toppinum. 

Allar Føroyar við uppá toppin
Søgnin sigur, at fyrsti maður, sum klintraði upp á Trøllkonufingur, gloymdi annan vøttin á toppinum. Hann fór uppaftur eftir honum, men tá gekk orkan undan, og hann datt niður og doyði.

Í 1844 gjørdu tveir mans í Sandavági eina roynd at klintra upp á høga klettin í samband við, at krúnprinsur Frederik VII var á vitjan. Teir komu ikki longur upp enn umleið 200-260m. Í 2012 eydnaðist tað so einum toymi at koma upp á toppin fyri fyrstu ferð (um gamla søgnin ikki verður tald við).
 
Hesuferð vóru allar Føroyar bjóðaðar við upp á toppin við at fylgja við klintrarunum á Instagram og Snapchat.

Fakta

  • Tíð: 6.-7. juli 2015
  • Stað: Trøllkonufingur, 313m
  • Klintrarar: John Petersen, Jóhannus Hansen, Pætur Jørðdal Niclasen og Bergur Mikladal
  • Vodafone stuðlaði við: Klintriútgerð
  • Varpað út á: Instagram og Snapchat
 

Bergur fyrsti mađurin uppi á toppinum WUUUHUUUU!!!

A photo posted by Vodafone Føroyar (@vodafoneforoyar) on


Síggj fleiri myndir á Instagram

Søk um stuðul frá okkum

Hava tit hugskot til verkætlan, har vit kunnu hjálpa tykkum samstundis sum tit hjálpa okkum. So ert tú vælkomin at senda okkum tína stuðulsumsókn.

Hesum hava vit stuðlað

Esport.fo

Vit stuðla føroyskum game'arum við at vera ein strategiskur partnari hjá Esport Føroyar. Hetta inniber at hýsa servarum til spøl og at leggja høli til stórar kappingar í Føroyum.

Les meira

Starvsvenjing í Kina

Í samstarvi við Huawei og Fróðskaparsetur Føroya sendu vit ein lesandi í KT-verkfrøði í starvsvenjing hjá kinverska tøknirisanum Huawei á sumri í 2016 – við ferð og uppihald goldið.

Les meira

Samskiftisveitari hjá HSF

Vit eru stórstuðul og fjarskiftisveitari hjá Hondbóltssambandi Føroya. Við hesum ynskja vit at vera ein virkin stuðul hjá føroyskum hondbólti, ið hevur stóran týdning fyri føroyskan ungdóm. 

Les meira

Upp á Trøllkonufingur

At vera djørv er partur av okkara DNA – tí stuðlaðu vit 4 ungum monnum við klintriútgerð, ið teimum tørvaði til at klintra upp á 313m høga Trøllkonufingur. Klintringin varð varpað beinleiðis á netinum.

Les meira

Lukas Graham konsert

Lukas Graham hevði konsert í Føroyum í oktober 2015, og vit stuðlaðu tiltakinum við at selja atgongumerki í handlunum í Saltangará og í Tórshavn (SMS). 

Føroya elstu skip fáa 4G

Í 2017 gjørdu vit stuðulsavtalu við Felagið Føroysk Træseglskip um at veita ókeypis internet í tvey ár til tey størstu træseglskipini í Føroyum. Hetta ger tað lættari fyri ferðafólk at deila sínar upplivingar.

Les meira
?Hjálp