Vit stuðla føroyskum game'arum

Vit stuðlar føroyskum game'arum við at vera ein strategiskur partnari hjá Esport Føroyar. Hetta inniber at vit hýsa servarum til spøl og leggja høli til stórar kappingar í Føroyum.
 
Esport.fo er ein heimasíða, ið hevur til endamáls at samansjóða føroyingar, ið hava áhuga innan eSport (elektroniskur sportur). Ítróttargreinin er øðrvísi enn aðrar og hevur vundið nógv uppá seg seinastu árini.

Vit hýsa í løtuni fleiri servarum hjá Esport Føroyar, so føroyingar kunnu spæla ímóti hvør øðrum á servarum, sum verða hýstir í Føroyum. Hetta gevur føroyskum game'arum best møguligu upplivingina ímeðan spælt verður.

Kappingar
Í december mánað 2016 var FM kapping í Counter Strike Global Offensive í okkara hølum í Bókbindaragøtu í Tórshavn. Eftir nakrar mánaðir við innleiðandi kapping stóð samanbresturin ímillum 4 lið við tilsamans 20 leikarum. Vinnarin gjørdist liðið Stole Your Glory.
 
Besti leikarin í FM finaluni gjørdist 15 ára gamli Heðin Mortensen úr Tórshavn. Hann vann høvuðsvirðislønina, ið er eitt árshald frá okkumHeðin, ið spælir undir navninum HMonster, ið verður mettur sum eitt av stjørnuskotunum í føroyska gaming umhvørvinum, var sannførandi besti leikari í kappingini. 

Søk um stuðul frá okkum

Hava tit hugskot til verkætlan, har vit kunnu hjálpa tykkum samstundis sum tit hjálpa okkum. So ert tú vælkomin at senda okkum tína stuðulsumsókn.

Hesum hava vit stuðlað

Esport.fo

Vit stuðla føroyskum game'arum við at vera ein strategiskur partnari hjá Esport Føroyar. Hetta inniber at hýsa servarum til spøl og at leggja høli til stórar kappingar í Føroyum.

Les meira

Starvsvenjing í Kina

Í samstarvi við Huawei og Fróðskaparsetur Føroya sendu vit ein lesandi í KT-verkfrøði í starvsvenjing hjá kinverska tøknirisanum Huawei á sumri í 2016 – við ferð og uppihald goldið.

Les meira

Samskiftisveitari hjá HSF

Vit eru stórstuðul og fjarskiftisveitari hjá Hondbóltssambandi Føroya. Við hesum ynskja vit at vera ein virkin stuðul hjá føroyskum hondbólti, ið hevur stóran týdning fyri føroyskan ungdóm. 

Les meira

Upp á Trøllkonufingur

At vera djørv er partur av okkara DNA – tí stuðlaðu vit 4 ungum monnum við klintriútgerð, ið teimum tørvaði til at klintra upp á 313m høga Trøllkonufingur. Klintringin varð varpað beinleiðis á netinum.

Les meira

Lukas Graham konsert

Lukas Graham hevði konsert í Føroyum í oktober 2015, og vit stuðlaðu tiltakinum við at selja atgongumerki í handlunum í Saltangará og í Tórshavn (SMS). 

Føroya elstu skip fáa 4G

Í 2017 gjørdu vit stuðulsavtalu við Felagið Føroysk Træseglskip um at veita ókeypis internet í tvey ár til tey størstu træseglskipini í Føroyum. Hetta ger tað lættari fyri ferðafólk at deila sínar upplivingar.

Les meira
?Hjálp