Hví stuðla vit?

Vit leggja stóran dent á at vera nýskapandi og at skapa góðar karmar fyri okkara viðskiftafólk. Tískil vilja vit taka ábyrgd og geva eina hjálpandi hond í nærumhvørvinum – at menna og betra um karmarnar. Stuðulin er okkara máti at gera mun, har vit kunna. 

Hví vit ikki stuðla hvørjaferð!

Nógv leita sær til okkara viðvíkjandi stuðli ella samstarvi, og vit mugu ásanna, at øll øki eru áhugaverd, men tó mugu vit avmarka okkum. Vit hava valt at stuðla fáum, so vit veruliga kunnu gera mun, har vit eru.

Hvussu søkja um stuðul? 

Allar umsóknir skulu vera skrivligar og fyllast út við umsóknini her á síðuni. Har skal koma greitt fram, hvat endamálið er við tiltakinum/átakinum, og hvat stuðulin skal nýtast til. Umsóknir til størri átøk mugu verða okkum í hendi millum 3-6 mánaðar áðrenn stuðulin skal nýtast.

Hvat hendir so?

Umsøknirnar vera viðgjørdar einaferð um mánaðin, og allar fáa eitt skrivligt svar aftur. 

Umsóknir til smærri tiltøk, ið liggja minni enn 1 mánað frá umsóknardegnum, verða ikki viðgjørdar.

Takk fyri áhugan at spyrja okkum.

Søk um stuðul

Allir teigar skulu fyllast út.

Hesum hava vit stuðlað

Esport.fo

Vit stuðla føroyskum game'arum við at vera ein strategiskur partnari hjá Esport Føroyar. Hetta inniber at hýsa servarum til spøl og at leggja høli til stórar kappingar í Føroyum.

Les meira

Starvsvenjing í Kina

Í samstarvi við Huawei og Fróðskaparsetur Føroya sendu vit ein lesandi í KT-verkfrøði í starvsvenjing hjá kinverska tøknirisanum Huawei á sumri í 2016 – við ferð og uppihald goldið.

Les meira

Samskiftisveitari hjá HSF

Vit eru stórstuðul og fjarskiftisveitari hjá Hondbóltssambandi Føroya. Við hesum ynskja vit at vera ein virkin stuðul hjá føroyskum hondbólti, ið hevur stóran týdning fyri føroyskan ungdóm. 

Les meira

Upp á Trøllkonufingur

At vera djørv er partur av okkara DNA – tí stuðlaðu vit 4 ungum monnum við klintriútgerð, ið teimum tørvaði til at klintra upp á 313m høga Trøllkonufingur. Klintringin varð varpað beinleiðis á netinum.

Les meira

Lukas Graham konsert

Lukas Graham hevði konsert í Føroyum í oktober 2015, og vit stuðlaðu tiltakinum við at selja atgongumerki í handlunum í Saltangará og í Tórshavn (SMS). 

Føroya elstu skip fáa 4G

Í 2017 gjørdu vit stuðulsavtalu við Felagið Føroysk Træseglskip um at veita ókeypis internet í tvey ár til tey størstu træseglskipini í Føroyum. Hetta ger tað lættari fyri ferðafólk at deila sínar upplivingar.

Les meira
?Hjálp