Ver partur av einum altjóða samtaki

Sum starvsfólk hjá Vodafone eru vit partur av einum altjóða samtaki, eini hægri eind. Okkara stremban er at leiða føroyska fjarskiftismarknaðin frameftir. Hetta gjørdist greitt frá byrjan, tá vit skaptu røring í føroysku monopol-suppuni. Síðan vórðu vit fyrst við 3G, fyrst við 4G og hava fleiri ferðir trýst prísirnar á telefon- og internet tænastum niður. Tað er tí at vit vilja vera skjótari, djarvari og øðrísi – og hetta kanst tú vera partur av.

Tá vit hava leys størv, kanst tú síggja tey her á síðuni. Men tú kanst altíð senda okkum tína umsókn og fortelja, hvussu tú kanst gera ein mun á føroyska fjarskiftismarknaðinum.

Send tína umsókn

?Hjálp