Frítt telesamband við meira enn 2,5 mia. fólk


01.12.2017

#Evropapakkin


Frítt telesamband við meira enn 2,5 mia. fólk

Nú kunnu føroyingar tosa og SMSa frítt við ein triðjing av heimsins íbúgvum. Vodafone hevur koyrt Kina, Russland, Turkaland og Ukraina upp í sín uttanlanda-pakka, so kundar nú kunnu brúka fartelefonina frítt til og í 53 londum fyri fastan mánaðarprís.

- Vit síggja at nýtslan til og í hesum londum er vaksin, sigur Rói B. Poulsen, Privatkundastjóri á Vodafone. Serliga er Kina áhugavert fyri nógvar fyritøkur í føroyska vinnulívinum. Tí hava vit valt at bjóða munandi betri og bíligari samskiftismøguleikar til heimsins størsta marknað – og vit eru einasti føroyski fjarskiftisveitari, ið ger tað.

Nýggju londini eru partur av eykapakkanum, ið umfatar nærum alla norðaru hálvu av heiminum. Hetta merkir, at føroyingar kunnu brúka telefonina frítt, tá tey vitja reyða torgið í Moskva ella kinverska múrin – og tá tey ringja ella SMSa til hesi lond. Talan er eisini um fría datanýtslu í umfataðu londunum upp til 5GB.

Stóri heimspakkin fæst sum ískoyti til størru fartelefonhald við 15GB ella meira, meðan smærru haldini kunnu tekna ískoyti til at reika frítt í Evropa.

Broytingin er galdandi frá 1. desember 2017.

Les meir um Evropa pakkan og Evropa pakkan+ her


?Hjálp