Skjótari og bíligari breiðband frá Hey


02.11.2017

#Bíligari #Breiðband #Kapping #Skjótari



Hey gongur á odda at menna føroyska fjarskiftismarknaðin og skrúvar nú bæði ferðina upp og prísin niður á breiðbandi til privat húski.

Tørvurin á skjótum internetsambandi økist alsamt og seinastu árini er tørvurin á skjóri upload ferð vaksin nógv. Hey hevur tí valt at geva føroyskum húskjum møguleika at fáa eitt breiðbandshald, ið er bíligari og riggar nógv betur til tey ið brúka internetið til video-samrøður við t.d. Skype og FaceTime, spæla online spøl og brúka sosialar miðlar.

“Okkara kundar hava ynskt sær hægri breiðbandsferðir og hava serliga ein vaksandi tørv á hægri upload ferð, ið ger eitt nú videosamrøður nógv høgligari. Tí hava vit valt at skrúva upp fyri upload ferðini á øllum okkara nýggju breiðbands haldum. Samstundis sum nýggju haldini hava hægri ferð, eru tey eisini nógv bíligari enn onnur breiðbond á marknaðinum. Tað dýrasta av nýggju haldunum er 100/20 og kostar 536 krónur. Tað er áleið hundrað krónur minni enn líknandi hald hjá Føroya Tele”, sigur Rói B. Poulsen, privatkundastjóri áHey

Hey hevur í hesum sambandi eisini valt at seta prísin á breiðbandi niður, og bjóðar nú lægstu prísir í landinum fyri bæði breiðband og fartelefon.

Sí breiðbandshald her

?Hjálp