FM finalan í Counter-Strike 2017


24.05.2017

#counter-strike #cs:go #Esport



Komandi leygardag skipa esport.fo og Vodafone fyri finaluumfarið í FM í Counter-Strike Global Offensive í SMS í Havn. Fýra tey bestu liðini úr undankappingunum, ið hava verið seinastu mánaðirnar, kappast um meistaraheitið.


- Áhugin er vaksandi fyri hesum kappingum, sigur Rúni Winther Johnsen, ið stendur fyri Esport.fo. Til kappingina í fjør luttóku 100 spælarar og hesuferð vóru 130 spælarar við. So áhugin er størri, vinningarnir eru størri, og nú fáa bestu leikararnir so eisini møguleikan at sleppa við til norðurlendska kappingin, ið kann vera ein lopfjøl til størri altjóða kappingar.

FM finalan verður á Torginum í SMS kl. 14.00, har øll eru vælkomin at fylgja við. Eisini verður stroymað beinleiðis á vodafone.fo og esport.fo. Vinningar vera latnir fyri meira enn 25.000 kr.

Eitt av luttakandi liðunum er StoleYourGlory, ið vann FM í fjør. Teir hava góðar vónir til kappingina. Ein av teimum fimm leikarunum á liðinum er Herman Joensen, ið hevur spælt áleið 3000 tímar av Counter-Strike GO seinastu 2 árini.

- Besta fyrireikingin er at spæla nógv saman, sigur Hermann. Í Counter-Strike GO snýr tað seg um millisekund og skjótar reaktiónir, so tað er týdningarmikið at vita hvussu liðfelagarnir hugsa, tí tað er ikki altíð tíð til at tosa saman.

Altjóða ambitiónir
Eftir FM finaluna verður eitt úrvalslið sett saman av bestu leikarunum. Hesir koma at royna seg í norðurlendsku kappingini King of Nordic, har teir sita á Vodafone í Føroyum og kappast ímóti hinum norðurlondunum á netinum. Kappingin er í 10 umførum, og til hvønn dyst fylgja áleið 4000-6000 áskoðarar við beinleiðis á netinum.

Høvuðsstuðul í FM kappingini er Vodafone, ið stendur fyri netuppseting, veiting av servarum og øllum tí tekniska. Harafturat verður kappingin eisini stuðlað av SMS, Expert og Atlantic Airways.

Esportur vaksandi í Føroyum
Esportur er vaksandi í Føroyum við fleiri hundrað spælarum online hvørja viku, og bestu spælararnir eru heimsstjørnur. Ein av teimum fremstu er 23 ára gamli føroyingurin Johan Sundstein, sum undir nøvnunum Big Daddy og nú N0tail hevur fingið altjóða viðurkenning í spælinum Dota 2, har hann hevur vunnið meira enn 8 milliónir krónur tilsamans í 83 kappingum.

Telduspæl á høgum støði er sosialt, fremur reaktiónsevnini, økir um samstarvsevnini og er eitt bindilið til ein altjóða heim. Í Føroyum savnast hundraðtals spælarar á føroysku servarunum hvørja viku, og nú hava føroyingar hug at bjóða umheiminum av.

Esport.fo hevur sett á stovn eina føroyska Counter Strike Global Offensive kapping við tveimum bólkum. Seks tey bestu liðni spæla í A-bólkinum, meðan B-bólkurin er ein opin bólkur, har øll kunnu spæla í við. Tvey tey fremstu liðini í B-bólkinum flyta upp í A-bólkin, har tey bæði aftastu flyta niður í B-bólkin. FM finalan er so endabresturin í A-bólkinum.

Kelda: www.esportsearnings.com

?Hjálp