Set saman títt hald, so tað passar til tín tørv.
Um tú ynskir eitt hald til familjuna, so velur tú bara hvussu nógvir familjulimir skulu leggjast afturat grundhaldinum. Tú kanst hava upp til 6 limir/brúkara knýttar at haldinum:
Familjulimur 1 kostar + 115 kr/mðr
Familjulimur 2 kostar + 45 kr/mðr
Familjulimur 3 kostar +35 kr/mðr
Familjulimur 4 kostar +35 kr/mðr
Familjulimur 5 kostar +35 kr/mðr
Um tú hevur fartelefonhald hjá Hey ella øðrum veitara, so er lætt og ómakaleyst at skifta og fáa fyrimunirnar við nýggja haldinum. Tað gert tú við at vitja okkara nýggju sjálvgreiðslu, upprætta ein brúkara og fylgja vegleiðingunum víðari.
Nýggju Hey haldini gera tað púra ekkaleyst at brúka fartelefonina, tí tú fært ongar óvæntaðar eykarokningar. Goldið verður forút fyri hvønn mánað, og ynskir tú at brúka meira enn íroknaðu nýtsluna, mást tú fylla meira pening á inni á sjálvgreiðsluni.
Nú ber til at avgreiða øll tíni viðurskifti á netinum. Við nýggju sjálvgreiðsluni hevur tú altíð møguleika at broyta títt hald, leggja fleiri familjulimir afturat, bjóða vinum við (og vinna tær ókeypis GB) ella fáa eitt yvirlit yvir tína nýtslu.
Fyri at gera tað einfalt, hava vit deilt heimin í tveir bólkar. Og hevur tú Hey Útlond eykapakkan til títt hald, kanst tú brúka tína fartelefon frítt tvørtur um landamørk í heili 53 londum kring knøttin fyri fastan mánaðarprís.
Sí uttanlandsprísir