Tryggja tína nýggju fartelefon

 ímóti størri og smærrí óhappum í gerandisdegnum.


Tryggja tína nýggju fartelefon

Við at stovna tær trygging, tá tú keypir nýggja fartelefon frá Vodafone, kanst tú verja teg fyri óvæntaðum útreiðslum. Hevur tú verið so óheppin, at tín fartelefon brotnaði, tí tú av óvart misti hana á gólv, ella hon fekk skaða av vatni? So umvæla vit skaðan, ella tú fært eina nýggja telefon.

Soleiðis gert tú, tá skaðin er hendir

1. Lat inn

Fartelefonin skal latast inn í einum av okkara handlum í SMS ella Saltangará.

2. Vit avgreiða

Okkara starvsfólk taka støðu til, um feilurin/skaðin er umfataður av tryggingini. Um hann er, so verður støða tikin til, um fartelefonin kann umvælast ella um tú skalt hava eina nýggja samsvarandi fartelefon.

3. Heinta

Tú heintar umvældu/nýggju fartelefonina í einum av okkara handlum í SMS ella Saltangará við at gjalda sjálvsábyrgdina, ið er nevnd á keypskvittanini.

Hvat kostar at tryggja fartelefonina?

Fartelefon trygging kann spara tær kostnaðin av at keypa eina nýggja fartelefon, tá skaðin hendir. Tað einasta tú rindar tá, er ein sjálvsábyrgd, ið er bundin at kostnaðinum av tíni fartelefon. Tú tryggjar tína fartelefon, tá tú keypir hana.

Prísur á telefon
kr.0-1.499 kr.1.500-2.999 kr.3.000-6.999 kr.7.000-9.900
Tryggingar kostnaður
- 12 mðr. kr. 39,00 kr. 59,00 kr. 79,00 kr. 99,00
- 24 mðr. kr. 29,00 kr. 39,00 kr. 59,00 kr. 79,00
- Sjálvsábyrgd kr. 199,00 kr. 299,00 kr. 499,00 kr. 599,00

* Kostnaður per mánað, um nýggja telefonin verður keypt uppá avgjald. Um rindað verður fyri telefonina forút, skal tryggingargjaldið eisini rindast forút. T.d. fyri eina telefon á 6.000 kr. kostar tryggingin í 1 ár 12 x 79 kr = 948 kr.

Les treytirnar her

Tryggingin dekkar

Fyri at bjóða tær tí bestu tryggingina hava vit gjørt avtalu við Trygd, ið hevur hollar royndir innan tryggingarvirksemi í Føroyum.

Løðarabrek

Trupulleikar við at løða telefonina? Vit dekka tað.

Wifi brek

Vit dekka eisini teknisk brek, ið forða tær í at vera á netinum.

Vatn

Ein lítil dropi ella alt baðikarið - tú ert dekkaður.

Brotin skermur

Vit dekka sprekkur í skerminum sum gera skermin óbrúkiligan.

Touch screen

Vit dekka, um tín touch skíggi ikki riggar

Ljóðbrek

Vit dekka brek, sum ávirka ljóðið.

Tryggingin dekkar ikki

Stolin ella burturmist

Um tú hevur mist telefonina burtur, ella onkur hevur stolið hana.

Kosmetiskur skaði

Sprekkur, skeinur og skursl, ið ikki gera telefonina óvirknað.

Fylgilutir

Løðari, leidningar og aðrir leysir lutir eru ikki dekkaðir.
?Hjálp