Vodafone Føroyar eitur nú Hey

Vodafone Føroyar er farið í søguna, og avbjóðarin á føroyska telemarknaðinum eitur nú Hey. 

Nógvar spennandi broytingar eru fyri framman. Føroyska telefelagið hevur stórar ætlanir fyri framtíðina, og kundar kunnu vænta sær eina enn betri og meira nærverandi tænastu, bæði á netinum og í persónliga sambandinum við Hey. Nýggi samleikin stuðlar uppundir hesar ætlanir.

Samstundis leitar felagið inn til kjarnununa og grundtankan um at veita Føroyum og føroyingum einfalt og gjøgnumskygt samskifti. 

Verandi hald og tænastur halda fram sum áður, og kundarnir hjá Vodafone Føroyum nýtast einki at gera.

Hey heldur fram at samstarva við altjóða Vodafone um bestu reiking í øllum heimsins londum. Kundar við Evropapakka kunnu framhaldandi reika frítt á 4G í Europa, USA, Kanada, Russlandi og Kina. Vodafone kundar úr øðrum londum, ið ferðast í Føroyum, fara eisini framyvir at reika á 4G netinum hjá Hey, sum telist millum heimsins bestu.

Í sambandi við samleikaskiftið lata fyrrverandi Vodafone handlarnir í SMS og í Saltangará upp í nýgjum hami í dag. Spildurnýggju Hey handlarnir fara framyvir at leggja seg eftir at veita hjálp og ráðgeving um alt innan telefoni og internet til øll, uttan mun til hvønn televeitara tey hava.

Sum grundarlag fyri samleikaskiftinum hevur Hey gjørt eitt stevnumið, har felagið millum annað slær fast, at “Vit eru skapandi kraftin á føroyska telemarknaðinum og eitt úrslit av, at føroyingar ynsktu fría kapping.”

Vit eru skapandi kraftin á føroyska telemarknaðinum og eitt úrslit av, at føroyingar ynsktu fría kapping.

Vit vóru tann lítli og villi. Vit kollveltu føroyska telemarknaðin, sum nú telist millum heimsins fremstu. Tað vilja vit framhaldandi gera.

Vit vildu tað altjóða og hava altíð sæð tað sjálvsagda í, at Føroyar eru ein partur av heiminum. Tað gera vit enn.

Grundtankin var at veita føroyingum einfalt og gjøgnumskygt samskifti.

Tann grundtankin verður nú settur fram um alt annað.

Vit vilja kenna rómin av at betra gerandisdegin hjá øðrum, og vilja slóða fyri einari betri framtíð. Einari framtíð, har hvør einstakur kennir seg og sín gerandisdag aftur í okkum. 

Ein nýggjur samleiki skal mynda okkum, sum krevur dirvi at geva brúkaranum høvuðsleiklutin.

Vit fara at bróta upp úr nýggjum, ganga ímóti streyminum og taka kjansir. Alt fyri brúkarans besta.

Fyri okkum snýr tað seg í grundini bara um at skapa tíð og frælsi til samveru og samanhald við onnur.

Tí lívið er ikki so galið og alt ov dýrabært til, at vit øll skulu brúka tíð til at seta okkum inn í tøkni og gigabeit.

Vit eru jú øll bara eitt “Hey” frá hvørjum øðrum, og vit burdu øll tosað minni um hvønn annan og meira við hvønn annan.

Kókað niður í ein bótamola, snýr Hey seg um nærveru.

Alt byrjar við Hey, og Hey byrjar í dag.


?Hjálp