Skriva títt telefonnummar í rútin niðanfyri fyri at fáa títt fría avsláttarmerki.

So senda vit tær eitt SMS, sum tú vísir, tá tú keypir títt atgongumerki. Tú rindar fyri eitt atgongumerki á staðnum, og so rinda vit fyri tað seinna.

Koyr go-kart við vinunum

Ert tú kundi hjá okkum, kanst tú hvønn mánadag bjóða einum vini við at koyra go-kart frítt. Tú rindar fyri ein persón, og vit rinda fyri hin.

Stóri go-kart banin á Skarðshjalla í Tórshavn fær adrenalinið at pumpa og kappingarsinnið í gongd, tá tú traðkar á speedaran og koyrir saman við vinunum. Tú kanst velja at koyra, sum tú vilt, ella tit kunnu skipa fyri eini kapping. 

Les meira á www.sus.fo/go-kart.

Bjóða onkrum, tær dámar, við í biograf

Ert tú kundi hjá okkum, kanst tú fáa eitt frítt bio-atgongumerki hvønn mánadag. Tá tú keypir eitt atgongumerkið í Havnar Bio ella Atlantis Bio í Klaksvík, so rinda vit fyri tað næsta.

Hetta merkir, at tú kanst bjóða einum vini, sjeikinum, damuni, systir, beiggja ella øðrum við í biograf, og bara rinda fyri eitt atgongumerki. Tilboðið er galdandi til hvønn mánadag og til allar filmar.

P.S. Talið av ókeypis atgongumerkjum hvørja viku er avmarkað. Nýggjar avsláttarkotur verða leysgivnar á midnátt hvørt mánakvøld.

Hey go- kart kappingin

Nú fara vit at finna føroya besta Go-kart koyrara.

Vit samlað 6 tey skjótastu ígjøgnum ári til eina finalu kapping, har vinnarin fær eitt Gávukort frá Hey á kr. 5000,-

SKJÓTASTA RUNDAN:
Fyri at luttaka í kappingini skalt tú hava skjótastu ella næst skjótastu runduna í mánaðinum. Og her er talan um juli, august og september mánaðirnar.

Endaliga kappingin er sunnudagin tann 30. september og verður koyrd eftir vanligum kappingarreglum - 10 min. venjing/qualify og síðan 3 kappingar á 5 min. + 1 rundu.

Vit koyra á stóra go-kart bananum hjá SÚS á Skarðshjalla
?Hjálp