Hvat er eitt ICC nummar?

ICC nummarið – ella ICCID – er nummarið á SIM-kortinum í tínari fartelefon. Tá tú skiftir frá øðrum fartelefonveitara til Vodafone, mást tú upplýsa ICC nummarið á tínum SIM-korti. Hetta er neyðugt, fyri at vit kunnu yvirtaka telefonnummarið frá hinum veitaranum. 

Hvussu finni eg mítt ICCID nummar?

  1. Far inn á Instillinger
  2. Vel Generelt
  3. Vel Om
  4. Skrolla niður til ICCID – har finnur tú nummarið

  1. Far inn á Play Store
  2. Leita eftir appini ICC ID
  3. Tak appina niður á telefonina
  4. Opna appina – har finnur tú títt ICC ID

  1. Far inn á Instillinger
  2. Vel Om
  3. Vel Flere oplysninger
  4. Undir SIM-id finnur tú títt ICCID

  1. Far inn á Settings
  2. Vel Device
  3. Vel Advanced System Settings
  4. Vel SIM card
  5. Undir ICCID skuldi tú funnið títt ICCID nummar

  1. Tak SIM-kortið úr telefonini
  2. Títt ICCID nummar er tað langa talið, sum stendur á SIM-kortinum

?Hjálp