Vanligar viðskiftatreytir fyri Talutíð hjá Hey.

Tá ið tú gerst Talutíðar-kundi  hjá Hey, eru niðanfyri nevndu reglur viðvíkjandi skyldum og krøvum okkara millum galdandi. Vit mæla tygum til at lesa hesar, áðrenn farið verður at nýta tænasturnar. Hesar treytir eru galdandi, um eingin onnur avtala er gjørd.

1. Hvagar kann eg ringja?

Við vanligu talutíðini kanst tú ringja til

  • heimatelefon- og fartelefonnummur í Føroyum og uttanlands
  • neyð og hjálp (112) og ókeypis nummur
  • ymisk tænastunummur, m.a. Nummarkall (118), men havast skal í huga, at fyri slík nummur galda sertakstir

Hesar tænastur eru við í vanligu talutíðini:

  • Ringja (innanlands og uttanlands)
  • SMS boð (innanlands og uttanlands)
  • Data (innanlands og uttanlands)
  • Boðklivi
  • Nummarvísari

2. Hvussu leingi er talutíðin galdandi?

Vanliga talutíðin er galdandi í tríggjar mánaðir frá tí degi, peningurin er settur inn. Ringjast kann til tín so leingi sum seks mánaðir, eftir at gildistíðin er liðin, hóast tú ikki hevur sett talutíð á kontuna. Eftir hetta verður haldið gjørt óvirkið.

3. Hvussu verða minuttir og data avroknað?


Samrøður verða avroknaðar fyri hvønn ásettan minutt, eisini nevnt 60/60. Datanýtsla á fartelefonini verður avroknað fyri hvørji ásettu 40 KB.

Hvussu kanni eg saldo?
Fyri at kanna saldo SMSar tú 'sum' til 1415. So verður eitt SMS-boð sent tær, har sagt verður, hvussu nógv tú hevur brúkt.

4. Kann eg skifta til annað hald uttan at missa telefonnummarið?

Ja, tú kanst skifta millum talutíð og fast hald og varðveita telefonnummarið. Forskotsgjald fyri annað hald kann ikki flytast til Talutíðarkontu.

5. Hvussu við ískoytistænastum?

Talutíðin er umstillað (sjálvvirkandi) til tín persónliga boðkliva, tá ið fartelefon tín er sløkt, ella tá ið netið ikki røkkur. Eisini ber til við sjálvvali á fartelefonini at umstilla til tín boðkliva, tá ið fartelefonin er upptikin, ella um tú ikki svarar. Hettar kostar vanligan takst.

6. Hvussu kann eg steingja haldið?

Fáa vit á Hey fráboðan frá tær um, at fartelefonin er burtur, steingja vit fyri haldinum.

7. Kann eg fáa mær dult nummar?

Hey vísir títt nummar fyri tí, sum tú ringir til. Vilt tú hava dult nummar, mást tú venda tær til okkara á 20 20 20. Vit veita bara dult nummar, um tú sigur navn títt og bústað fyri Hey og hettar er skrásett hjá okkum.

8. Hvussu við tøkniligum broytingum, órógv og avmarkaðari ábyrgd?

Hey tilskilar sær rætt til at gera tær broytingar, sum neyðugar eru til at tryggja nøktandi rakstur av netinum hjá Hey. Óheppin viðurskifti kunnu í ávísum førum hava við sær, at uppringingar verða avvístar, ella at samrøður verða slitnar. Hey kann undir ongum umstøðum ábyrgjast fyri miss, ampa ella skaða, sum stendst av sliti, órógvi á telefonsambandinum við fartelefon tænastu, um ikki annað er galdandi sambært almennum føroyskum endurgjaldsreglum. Tó kann Hey ongantíð ábyrgjast fyri óbeinleiðis miss. Hey kann vísa frá sær uppringingar frá fartelefonum ella útgerð, sum førir til órógv ella ampa av rakstrinum av netinum hjá Hey. Brek í útgerð, sum er sett til, og sum kunnu føra til órógv ella ampa fyri raksturin av netinum, skulu rættast beinanvegin. Møguligar útreiðslur í hesum sambandi eru Hey óviðkomandi. Hey kann krevja útreiðslur, fyri at leita eftir breki, endurgoldnar frá viðskiftafólki.

9. Hvørji krøv setur Hey til útgerð?

Talutíð má einans nýtast í fartelefonum, sum eru góðkendar til fartelefon tænastur.

10. Kann eg kæra avgerðir tykkara?

Um tú ivast í, um reglurnar eru hildnar, t.d. í sambandi við telenýtslu og gjald, ber til at kæra til Hey. Skrivlig kæra kann sendast til poststaðin hjá Hey. Hey tekur avgerð í seinasta lagi 3 mánaðir eftir, at kæran er latin inn. Í serligum førum, tá t.d. serstakar kanningar eru neyðugar, kunnu tó ganga 6 mánaðir, áðrenn endalig avgerð fyriliggur.

Avgerðin hjá Hey, kann kærast til:
Fjarskiftiseftirlitið
Postrúm 73
110 Tórshavn.

11. Broytir Hey hesar reglur?

Hey broytir hesar reglur av og á. Reglurnar liggja á heimasíðu okkara, og vit boða frá broytingum í góðari tíð, t.e. 14 dagar frammanundan. Broytingar, sum bara eru tær til fyrimunar, kunnu vit fremja uttan at boða frá.

?Hjálp