Boðklivin
Hvussu nógv kostar telefonsvararin?
Telefonsvararin hjá Vodafone er ókeypis og tú velur, um tú ynskir at taka ímóti ella ikki undir bíleggingini. Í Føroyum er tað ókeypis at stilla víðari frá fartelefonini til telefonsvararan. Tó kann kundin verða kravdur eftir gjaldi fyri treytaleysari víðarisending, um hann ger nýtslu av hesari. Gev gætur: Tú rindar vanligan takst, tá ið tú ringir til telefonsvaran fyri at lurta eftir boðum. Ert tú uttanlanda er taksturin fyri víðaristilling tann sami sum uttanlandstelefoni. Tí er tað vert at sløkkja telefonsvararan, meðan tú ert uttanlands.
Hvat er mítt boðklivanummar?
Telefonnumarið til tín boðkliva er 20 17 17. Daman í horninum vegleiðir teg víðari
Hvussu seti eg boðkliva til og frá?
Tú kanst sláa allar víðaristillingar til telefonsvararan frá við at trýsta: # 002 # grønt rør (ring uppá) # 21 # grønt rør (ring uppá) ? slær frá treytaleysa víðaristilling Tú kanst seta allar tríggjar víðaristillingar til samstundis við at trýsta: * 004 * Fartelefonsvarnummar # grønt rør (ring uppá) Ætlar tú bert at seta eina ella tvær víðaristillingar til, kanst tú gera hetta við at trýsta: * 61 * Fartelefonsvarnummar # grønt rør (ring uppá) ? Ósvarað uppkall * 62 * Fartelefonsvarari # grønt rør (ring uppá) ? sløkt ella dekkar ikki * 67 * Fartelefonsvarari # grønt rør (ring uppá) ? upptikið * 21 * Fartelefonsvararanummar # grønt rør (ring uppá) ? treytaleys víðaristilling
Ber til at broyta svartíðina?
Tað ber væl til at broyta svartíðina hjá Vodafone. Tað er av týdningi, at tú broytir svartíðina samstundis, sum víðaristillingin verður sett til. Tað er eisini týdningarmikið, at tú ert meldað/ur til telefonsvararan. Soleiðis gert tú: **61* (títt fartelefonnummar) ** (tal av sekundum) # grønt rør Í mesta lagi 30 sekund.
Data
Hvat er data?
Data ger tað møguligt hjá tær at taka niður og flyta dátu skjótari enn við GSM dáta samband. Við GPRS kanst tú altíð vera online og tú rindar bert fyri tey kb., tú tekur niður. Tú kanst fáa dátuyvirføring upp til 115 kbps. Til ber eisini at nýta telefonina sum eitt modem, ið tú kanst seta tína farteldu ella PDA til.
Hvussu meldi eg meg til/frá data?
Data er ein av tænastunum á tínum SIM-kortið. Er hetta onkursvegna ikki sett til, kanst tú ringja tel 20 20 20 ella vitja eitt av søluumboðum okkara. Data-tænastan er ókeypis, men tú rindar fyri at taka niður innihald.
Uppsetan av data
Áðrenn tú kanst nýta data við tínari telefon, mást tú melda teg til skipanina. Síðani skalt tú biðja um eina uppseting. Tá ið tú móttekur tína uppseting, skalt tú sløkkja telefonina og tendra hana aftur, so hon verður tendrað við nýggju uppsetingini.
Hvussu fær man data á fartelefonina?
Uppseting til data verður sent til fartelefonina frá okkara heimasíðu. Vit hava nakrar manuellar vegleiðingar fyri nýggjastu fartelefonirnar liggjandi her! Kanna eftir um tín fartelefon er í yvirlitinum.
Fartelefoni uttanlands
Hvussu nógv kostar tað at ringja úr Føroyum til onnur lond?
Ætlar tú at ringja úr Føroyum til onnur lond, rindar tú eitt hægri minuttgjald. Hetta gjaldið er ymiskt alt eftir, hvar tú ringir. Trýst her, um tú vilt síggja uttanlandstakstirnar.
Ber til at gera uppringing gjøgnum satelitt?
Fert tú uttanlands við t.d. Norrønu, er møguleiki at koma inn á eitt satelittoperatørnet. Hetta net er ikki umfatað av uttanlandstakstunum hjá Vodafone. Tú mást tí fara inn á heimasíðuna hjá viðkomandi satelittoperatøri fyri at finna teir einstøku prísirnar. Vit viðmæla, at tú ert varin ella letur verða við at brúka tín telefon umborð.
Hvør rindar um tú ert uttanlands og verður uppringdur úr Føroyum?
Svarar tú eini uppringing úr Føroyum, rinda báðir partar fyri samrøðuna. Tann, ið ringir, rindar vanligt minuttgjald til føroyska fartelefon, meðan tann, ið móttekur samrøðuna, rindar reikingargjald. Reikingargjaldið er ymiskt eftir, hvar tú ert staddur uttanlands. Tað kann loysa seg at sløkkja Vodafone telefonsvararan, tá tú fert uttanlands, tí tú rindar reikingargjald fyri at stilla víðari millum tína fartelefon og telefonsvararan.
Kann eg nýta data uttanlands?
Data kann nýtast í útlandinum, um tú hevur Vodafone hald.
Persónligir upplýsingar og uppsøgn
Kann eg flyta mítt nummar til ein annan persón?
Tú má senda okkum eitt bræv, har tú vísir á, at tú ætlar at flyta títt nummar til annan persón. Í brævinum skulu vera upplýsingar um nýggja eigaran, og brævið skal verða undirskrivað av báðum pørtum. Vodafone flytir bert nummur frá einum persóni til annan, um kontoin ikki er yvirtrekt.
Hvussu sigi eg mítt hald upp?
Upprættan av nýggjum nummari er ein vøra, sum er gjørd serliga til ávísa kundan. Tí er vanligur angrirættur eftir "Forbrugeraftalelovens kapitel 4 paragraf 12" (angrirættur við farsølu) ikki galdandi (14 dagar). Flytan av nummari til Vodafone liggur somuleiðis undir "Forbrugeraftalelovens kapitel 4 paragraf 12" við 14 daga angrirætti, so leingi sum serligt SIM-kort ikki er gjørt til ávísa nummarið. Uppsøgn av tínum Vodafone-haldi kann gerast soleiðis: 1. Tú kanst siga haldið upp gjøgnum teldupost til vodafone@vodafone.fo 2. Tú kanst eisini senda eina skrivliga uppsøgn, har tú uppgevur núverandi postadressu, navn og fartelefonnummar. Orsakað av uppdateringum av ringingum og uttanlandsringingum, ganga 30-35 dagar, áðrenn Vodafone hevur uppgjørt tína kontu. Eftir hetta fært tú eina váttan uppá uppsøgnina saman við einum møguligum kekki, um tú eigur pening til góða. Hetta verður gjørt innan teir 30 dagarnar frá, at Vodafone hevur móttikið uppsøgnina.
Hvussu long er mín uppsagnarfreist?
Kundi kann siga hald ella avtalu upp við í minsta lagi 10 daga varningi til eitt mánaðarskifti, uttan so at serlig avtala er gjørd um aðra uppsagnarfreist. Tó er hetta treytað av, at møgulig bindingstíð er av. Um ikki, kann haldið uppsigast við at rinda tað, sum er írestandi av bindingstíðini. Avtalan skal uppsigast skrivliga
SMS-boð og MMS-myndaboð
Hvussu setur ein MMS upp?
Áðrenn tú kanst brúka MMS skipanina, mást tú hava eina uppseting. Tá ið tú hevur móttikið uppsetingina, skalt tú sløkkja telefonina og tendra hana aftur. Gev gætur: Tú skalt nýta somu slóð, um tú hevur fingið nýggja fartelefon og tí skalt hava eina nýggja MMS uppseting. Hetta er eisini galdandi, um tú ert meldað/ur til MMS.
Hvat eru SMS-boð fyri yvirtakst ella eyka takst?
SMS-boð fyri yvirtakst eru tænastur, tú kanst gera nýtslu av, tá ið tú t.d tekur lut í kappingum ella tekur niður ringitónar av internetinum. Hetta kostar ofta ímillum kr. 4,- til kr. 50,- + vanligan SMS takst. Summar av hesum tænastum kunnu kosta upp til 150,- kr. Um tú ynskir at sleppa undan at gjalda fyri hesar tænastur, kunnu vit sperra fyri sms-boðunum, ið hava yvirtakst. Henda sperring er ókeypis. Vodafone viðmælir fólki at læsa fyri sms-boðum, sum hava yvirtakst um t.d. børn nýta telefonina.
Kunnu Vodafone fartelefonkundar finna telefonnummur umvegis SMS-boð?
Ja, hetta ber til. Send eini SMS-boð til 1919 og fáa upplýst navn ella telefonnummar hjá øllum skrásettum telefonfelagum í Føroyum*. Dømi: skriva eini SMS-boð við tekstinum 'nr Vodafone' og tú fært upplýst telefonnummarið hjá Vodafone. Eisini ber til at skriva 'nr 202020' og tú fært upplýst, hvør eigur nummarið. *Tænastan kostar 3,00 krónur fyri hvørt sent SMS-boð.
Hvat er mítt sms-boðsentralnummar?
Okkara boðsentralnummar er +298 50 14 40. Tá ið tú setir SIM-kortið í fartelefonina, verður nummarið á boðsentralinum hjá okkum lagt inn á fartelefonina sjálvvirkandi.
Stuldur og kotir
Ber til at fáa nýtt SIM-kort við sama nummari?
Ja, tað ber til at keypa nýtt SIM-kort við tínum gamla nummari. Ynskir tú at fáa sent eitt nýtt SIM-kort, skalt tú senda ein teldupost til vodafone@vodafone.fo ella vitja eitt av søluumboðum okkara. Nýtt SIM-kort kostar kr. 99,-. Hvat merkir sperring av netkervinum (SIM-lock)? Tá ið tú keypir eina fartelefon frá øðrum veitara í samband við eitt hald, leggur veitarin ofta eina netkervissperring (SIM-lock) á telefonina (hetta verður vanliga ikki gjørt í Føroyum, men í útlandinum). Henda sperring forðar tær í at hava hald frá øðrum veitara við hesi telefonini í ávíst tíðarbil. Tá hetta tíðarskeiðið er av, kanst tú fáa eina kotu frá fyrrverandi veitaranum, ið letur telefonina uppaftur. Um tú hevur eina slíka telefon, sum er sera óvanligt í Føroyum, men tó kemur fyri, mást tú hava fingið hesa kotu fyri at kunna nýta Vodafone SIM-kortið saman við tíni fartelefon.
Hvussu sperri eg telefonina um hon er stolin?
Verður telefonin stolin, ber til at sperra SIM-kortið við at ringja til 20 20 20 millum kl. 09.00-16.00 gerandisdagar. Gerandisdagar millum kl. 17.00-21.00 og í vikuskiftinum millum kl. 10.00-21.00 ber til at ringja 50 20 20. Tá ið tú ringir, skalt tú upplýsa títt fartelefonnummar. Vit sperra beinanvegin telefonina, bæði fyri ringing frá og til telefonini. Tað er av týdningi, at tú sperrar telefonina, tí vit fáa einki gjørt, uttan tína fráboðan. Kostnaðurin fyri at sperra eina telefon vegna stuldur er kr. 99,- og tú fært eitt nýtt SIM kort sendandi.
Ymiskt
Kann eg fáa upplýst mína fartelefonsaldo umvegis sms-boð?
Við Talutíð kanst tú senda eini sms-boð við tekstinum 'saldo' til 1415. Henda tænasta kostar 50 oyru + vanligan SMS takst. Tú kann eisini síggja nýtsluna, saldo v.m. umvegis Mítt Vodafone (trýst her). Einasta krav er brúkaranavn (telefonnummar) og loyniorð. Um tú ikki hevur eitt loyniorð, kanst tú senda teldupost til vodafone@vodafone.fo ella ringja 20 20 20 og biðja um hetta. Gev gætur, at vit upplýsa ikki loyniorð umvegis telefonina. Hesi verða send til tín teldupost.
Hvussu kann eg velja mær eitt gott nummar?
Trýst her og vel tær eitt gott nummar ella ring til okkum á 20 20 20.
Hvørjar tænastur eru við í vanliga haldinum og hvat kosta tær?
Vís nummar, nummarloynd, sms-boð, boðklivin, víðaristilling, boðtóni, sperr, parkering, fleirpartasamrøða og altjóða reiking eru við í haldinum hjá Vodafone. Allar hesar tænastur eru ókeypis.
Koma Vodafone viðskiftafólk í telefonbókina?
Viðskiftafólk, sum hava vanligt hald frá okkum, eru at finna á www.nr.fo, www.nummar.fo og í telefonbókini, eins og tað ber til at ringja á nummarkall og spyrja um Vodafone fartelefonnummur. Viðskiftafólk við Talutíð koma við í nr.fo og nummar.fo, um tey eru skrásett.
Hvussu er við rokningum?
Vodafone nýtir FarPay til rokningar, t.v.s at tú kanst fáa tínar rokningar goldnar sjálvvirkandi. Á henda hátt sparir tú kr. 49,- í rokningsgjald hvønn mánaða og tú sleppur frá at hugsa um gjaldsfreistir, rykkjarar o.s.fr. Tú kanst fáa eitt yvirlit sendandi umvegis t-post, um hvat verður trekt av konto tíni, so tú hevur fult tamarhald á, hvat tú rindar fyri. Harafturat sært tú eitt eintak av rokningini í heimagreiðsluni hjá bankanum. Um tú ynskir, kanst tú fáa eina útskrift sendandi hvønn mánaða av nýtsluni, hendan tænastan kostar kr. 20,- um mánaðin.
Kann eg fáa upplýst mína saldo við at ringja?
Ja, hetta ber til við at ringja 1414.
Kann sama nummar brúkast til hald og talutíð?
Ja, tað ber til at skifta ímillum ymsu fartelefonhaldini hjá okkum og varðveita sama nummar.
Hvar kann eg brúka Talutíð?
Talutíð kann brúkast um alt landið, har net er.
Hvussu leingi skal eg bíða eftir nýggjum nummari?
Um tú bíleggur nýtt fartelefonnummar í einum av sølustøðum okkara, fært tú nýggja nummarið við tær beinanvegin. Tað tekur tó eina løtu hjá starvsfólkunum at gera SIM-kortið og møguligar uppsetingar klárar, men vit ringja, tá ið kortið er klárt. Um tú bíleggur á tel 20 20 20 ella umvegis heimasíðuna er bíðitíðin 2-3 arbeiðsdagar.
Kann eg umstilla Talutíð til annað nummar?
Tú kanst bara umstilla Talutíð til boðklivan (20 17 17).
Bústaðarbroyting/ Flyting
Hvussu nógv kostar ein flyting?
Tað kostar kr. 299,- at flyta bústað, um Vodafone ikki staðfestir, at neyðugt er við teknikaravitjan. Verður hetta staðfest, krevur Vodafone eitt gjald fyri teknikaravitjanina, umframt fyri tað tilfar, ið nýtt er.
Hvat geri eg um eg flyti bústað?
Tú skalt boða Vodafone frá. Vodafone skal hava fingið boð um flytingina í seinasta lagi 14 dagar, áðrenn tú flytur. Hetta grundað á møguliga avgreiðslutíð.
Uttanlandstelefoni
Hvørji lond kann eg ringja til?
Fyri at síggja yvirlit yvir tey lond, tú kanst ringja til trýst her.
Hvussu nógv kostar tað at ringja uttanlands?
Við haldi frá Vodafone ber næstan til at ringja um allan heimin. Gev tó gætur, at prísirnir fyri at ringja uttanlands kunnu vera sera skiftandi. Hygg eftir tí fullkomna prísyvirlitinum her
Feilfráboðan
Hvussu verða feilir við telefonlinjuni kannaðir?
Áðrenn tú boðar Vodafone frá feilum, verður tú biðin um at royna hetta: 1. Kanna telefonina í einum øðrum stikki 2. Royn møguliga við eina aðra telefon á stikkinum, ið ikki er í lagi (er hetta trupulleikin, og kundin ikki hevur roynt hetta, rindar hann sjálvur útreiðslurnar fyri teknikaran). 3. Allar telefonir í húskinum verða tiknar frá og síðani settar til aftur (er trupulleiki komin, orsakað av egnum broytingum í stikkinum, rindar kundin sjálvur fyri hetta) 4. Við fráboðan skal Vodafone fáa upplýst, um tílíkir trupulleikar hava verið áður. 5. Tú verður biðin um at siga Vodafone frá, um omanfyri kanningar eisini vísa, at feilur er í.
Dult nummar
Hvat er Dult Nummar?
Vilt tú, at títt telefonnummar skal vera dult, men tó hevur áhuga í at vera í telefonbókini við navni og bústaði, kanst tú fáa tær Dult Nummar. Henda tænasta er ókeypis.
Umlopið nummar?
Vilt tú hava dult nummar og ikki ætlar at vera í telefonbókini við navni og bústaði, kanst tú fáa Umlopið nummar. Hetta nummarið verður hvørki at finna í telefonbókini ella á Nummarkalli 118. Henda tænasta er ókeypis.
Ymiskt
Hvussu er við rokningum?
Vodafone nýtir FarPay-skipanina til rokningar, t.v.s at tú kanst fáa tínar rokningar goldnar sjálvvirkandi. Á henda hátt sparir tú kr. 49,- í rokningsgjald hvønn mánaða og tú sleppur frá at hugsa um gjaldsfreistir, rykkarar o.s.fr. Tú kanst fáa eitt yvirlit sendandi úr bankanum, um hvat verður trekt av konto tíni, so tú hevur fult tamarhald av, hvat tú rindar fyri. Harafturat sært tú eitt eintak av rokningini í heimagreiðsluni hjá bankanum. Um tú ynskir, kanst tú fáa eina útskrift sendandi hvønn mánaða av nýtsluni, hendan tænastan kostar kr. 20,- um mánaðin.
Hvussu nógv kostar tað at víðaristilla sína fastnettelefon til aðra fastnettelefon ella fartelefon?
Víðaristilling frá heimatelefon til heimatelefon er frítt um tú hevur haldini Medium og Large. Um tú hevur Small, er eitt uppringingargjald á kr. 1,25, men minutturin er fríur. Verður víðaristilla til fartelefon er uppringingargjald á kr. 0,40 og minuttprísurin kr. 1,35
Hvussu langa tíð tekur tað at flyta fastnettelefon/ISDN-nummur til Vodafone?
Tað tekur 2-3 dagar at flyta telefonina yvir til Vodafone.
Hvussu nógv kostar tað at stovna nýtt fastnettelefonnummar?
Nýstovnan av fastnetinstallatión kostar einki. Tað tekur uml. 5 arbeiðsdagar at stovna nummarið og sambandið, um stikk er í bústaðnum. Er einki stikk, má roknast við longri tíð, tí tá má teknikari koma til. Í hesum sambandi kann eisini væntast eyka montørkostnaður um íbindingin er meira enn vanlig.
Hvussu nógv kostar tað at fáa ein rykkjara?
Vit senda 3 rykkjarar út til kunda. Fyrsti rykkjari kostar kr. 25,- meðan 2. og 3. kosta kr. 50,-. Eftir hettar verður telefonin stongd, og málið verður sent til innheintingar. Vit senda 1 rykkjara og eitt smsboð, síðan verður telefonin stongd.
Hvat er linjugjald?
Linjugjald er eitt gjald til FT Net, ið umsitur, viðlíkaheldur og dagførur landsumfatandi koparnetið, sum gevur okkum internet, heimatelefon og IP-sjónvarp.
Breiðband og fastnet
Skal man hava fastnetsamband fyri at fáa breiðband?
Tað er ikki neyðugt at hava fastnet telefon fyri at fáa breiðband. Einasta ið krevst er, at ein fastnet linja liggur inn í húsini.
Kann eg fáa breiðband frá Vodafone, um eg havi fastnet frá øðrum veitara?
Ja, hetta er eingin forðing! Hóast fastnet og ADSL-breiðband verða veitt umvegis sama koparnetið, er eingin treyt, at tú ert Vodafone fastnetfelagi fyri at fáa breiðband frá okkum.
Riggar breiðbandið, hóast fastnettelefonin er sligin frá vegna eftirstøðu?
Er fastnettelefonsambandið læst, riggar breiðbandið heldur ikki. Hevur tú breiðbandssamband frá øðrum veitara enn Vodafone, riggar tað heldur ikki.
Hvussu seti eg beinaran (routaran) upp?
Tað eru nógvir ymiskir beinarar, sum allir verða settir upp á sín hátt. Vit hava gjørt vegleiðing til allar beinarar, sum Vodafone handlarnir selja ella hava selt. Hesar vegleiðingar eru her! Er tín beinari ikki í hesum yvirlitinum, er best at spyrja um hjálp, har beinarin er keyptur.
Hvussu nógv kostar tað at fáa breiðband?
Prísirnir á breiðbandi eru úr kr. 385,- um mðr. Sí annars samlað prísyvirlit her ella vitja heimasíðuna hjá Vodafone, www.vodafone.fo
Breiðband í mun til fastnethald?
Breiðbandið nýtir somu kaðalar sum telefonin, so til ber at nýta sama fastnetsnummar. Tað einasta, sum hendir, tá ið tú fær breiðband er, at montørurin setur filtur á høvuðsinnføringina (har sum telefonlinjan kemur inni í heim títt). Filtrið “skilir” millum telefoni og breiðband. Er ISDN installerað á adressuna, kann verða neyðugt at fara frá ISDN til vanligt fastnetssamband, men í flestu førum ber framhaldandi til at fáa fyrimun av báðum ISDN linjunum.
Hvat er kopargjald?
Tá ið ein hevur breiðband, verður koparlinjan, sum liggur inn í húsini brúkt. Leigugjald skal gjaldast fyri hetta. Tað er eitt leigugjald pr. linju. T.e, at er telefon í húsinum, og sami eigari er á telefonini og breiðbandinum, verður kopargjald bert kravt á heimatelefonini. Men er tað ikki sami persónur, sum stendur fyri telefonini og breiðbandinum, verður eykagjald kravt fyri kopar á breiðbandinum. Er als eingin heimatelefon í húsinum, verður kopargjald eisini kravt.
Skulu nýggir káplar leggjast?
Sum útgangsstøði er ikki neyðugt at grava í jørðina fyri at fáa breiðband sett til. Breiðbandið nýtir verandi telefonkaðalar, men tað kunnu vera føri, har neyðugt er at leggja nýggjar kaðalar niður. Við nýgerð verður signalið til tína adressu kannað, innan útbúnaðurin verður settur upp, og tá verður gjørt greitt, um tú kanst fáa breiðband á tína adressu.
Hvat er Flatrate?
Flatrate er eitt Breiðbandshald, har tú velur at gjalda eitt heldur hægri mánaðargjald, men har tú so kanst brúka so nógv, sum tú hevur hug til. Eingin eyka rokning er fyri nýtslu. Sí prísir á Flatrate interneti her!
Flyting, broyting av ferð og treytir
Kann eg flyta mítt hald til aðra adressu?
Ja, men tað krevur, at tú bíleggur flyting av tínum breiðbandi uml. 14 dagar, áðrenn tú broytir adressu. Tað kostar tær einki at flyta breiðbandið. Kemur ein teknikari at taka niður breiðbandsbúnaðin, má kundin gjalda fyri hetta.
Hvussu kanni eg trupulleikar við breiðbandinum?
Áðrenn tú sigur Vodafone frá, at feilur er við breiðbandinum, verður tú biðin um at royna hetta: 1) Endurígongdset modemið á breiðbandinum og kanna eftir, at útbúnaðurin er í lagi. 2) Tak útbúnaðin frá og set hann síðani til aftur. Kemur hesin teksturin á skýggjan: "Et netværkskabel er ikke tilsluttet", er ein leidningur helst leysur. 3) Hygg uppsetingina á telduni ígjøgnum fyri at tryggja rætta IP-adressu. Hetta gert tú undir "netværksforbindelser", síðani "Interprotokol" (TCP/IP). 4) Kanna eftir í flagginum "forbindelser" undir "internetindstillinger". Teigurin "opkalds- og virtuelle private netværksindstillinger" skal vera tómt. 5) Kanna undir flagginum "netværksforbindelser", um reyður krossur er yvir "LAN-forbindelse": Um so er, skal netverkskortið installerast av nýggjum. 6) Aftan á at hava gjørt tað, ið stendur omanfyri, verður teldan endurígongdsett, og er sambandið enn ikki komið í rætt lag, verður tú biðin um at venda tær til Vodafone. Virus og spamfiltur Vodafone hevur eitt antivirusprogramm og spamfiltur á øllum servarum. Tí hevur tú eina trygga mailboks, og vit fylgja sjálvandi við í øllum tí nýggjasta, bæði innan nýggjar versiónum og uppdateringar av programmunum.
Útbúnaðurin
Fyri at kunna nýta breiðband frá Vodafone, mást tú hava ein beinara; antin tráðfastan ella tráðleysan. Hesi fáast til keyps á Vodafone nethandlinum ella í Vodafone handlinum.
Bindingstíð
Tú bindir teg í seks mánaðir, tá ið tú fært tær breiðband frá Vodafone. Somuleiðis ert tú bundin í seks mánaðir, um tú flytir til Vodafone. Eftir teir seks mánaðirnar kanst tú siga avtaluna upp, tá ið tær lystir Dekningur, feilleiting og uppsetan
Ber til at broyta ferðina á sambandinum?
Tað ber altíð til at broyta ferðina á sambandinum. Ynskir tú at minka um ferðina, skalt tú rinda kr. 249,-, sum verður sett á næstu mánaðarrokning. Tað er hinvegin ókeypis at hækka ferðina á breiðbandinum. Broytingar í ferðini verða framdar eina ferð um mánaðin, vanliga tann 1. í hvørjum mánaði. Eingin kostnaður er á at broyta haldini.
Ber til hjá mær at fáa breiðband?
Vit náa út til 98% av landinum, og flestu telefonsentralar hava í dag nýggjasta breiðbandsútbúnaða. Ivast tú, ring 20 20 20, og vit koma við einum skjótum svari. Hvussu kann eg kanna, um eg havi ta ferð, eg havi bílagt? Tað gert tú við einari roynd á sambandinum. Royn okkara ferðmátara, so kanst tú nýta sjálvtestaran hjá Vodafone til títt breiðband. Her sært tú eisini, hvørji virði títt samband skal hava, fyri at sambandið skal vera, sum ætlað.
Ymiskt
Hvat er tráðleyst net?
Tráðleyst net er eitt vanligt heima net, har ið tú hevur keypt tær ein serligan beinara, ið sendir breiðband runt í húsinum hjá tær. Fyri at teldan skal kunna móttaka signal frá beinaranum, er ein treyt, at teldan hevur tráðleyst netkort.
Bjóðar Vodafone breiðband?
Ja, tað gera vit. Sí prísir her.
Hvussu langa tíð tekur tað at flyta breiðband til Vodafone?
Tað tekur umleið 2 vikur at flyta breiðband til Vodafone frá øðrum veitara. Tú teknar hald títt á heimasíðuni hjá Vodafone ella Vodafone her, fyllir teigarnar út og í viðmerkingar skrivar tú t.d. "haldið frá øðrum veitara skal ikki takast niður, fyrrenn breiðbandið frá Vodafone er sett til". Samstundis útfyllir tú uppsagnarskjal frá núverandi veitara tínum, undirskrivar hetta og sendir tað til veitaran. Ynskir tú at blíva vegleiddur í gjøgnum bíleggingina, ella ynskir tú, at vit gera hana fyri teg, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á 202020. Flyting frá øðrum veitara hendur um mánaðarskiftið
Hvat er breiðband (ADSL)?
ADSL, breiðband, er stytting fyri Asymmetric Digital Suscriber Line og merkir, at ferðin er assymetrisk ella ymisk, tá data verða send ella móttikin. Ætlanin við breiðbandinum er at fáa mest møguliga nýtslu burtur úr kaðalinum. Koparkaðalin, ið verður nýttur við breiðbandi hevur eina ávísa orku, og hesi fær man mest burturúr, um downstream-ferðin verður økt og upstream-ferðin minkað. Tey flestu, ið nýta alnótina, taka niður meira data, enn tey senda. Hetta er ein av orsøkunum til uppbýtið av linjuorkuni og hevur við sær, at breiðbandssamanskoytingin er passalig fyri flestu alnetbúkarar í Føroyum.
Hvussu long er bíðitíðin at fáa breiðband?
Bíðitíðin er frá 3 – 30 arbeiðsdagar. Les meira um ADSL.
Skal eg hava nýggja útgerð, um eg flyti mítt breiðbandssamband?
Nei, tað nýtist tær ikki. Men um tú flytir breiðbandssambandið til nýggjan bústað, noyðist tú at boða Vodafone frá á 20 20 20 ella umvegis www.vodafone.fo
Hvussu er við rokningum?
Vodafone nýtir FarPay-skipanina til rokningar, tað vil siga, at tú kanst fáa tínar rokningar goldnar sjálvvirkandi. Á henda hátt sparir tú kr. 49,- í rokningsgjald hvønn mánaða og tú sleppur frá at hugsa um gjaldsfreistir, rykkarar o.s.fr. Tú kanst fáa eitt yvirlit sendandi úr bankanum, um hvat verður trekt av konto tíni, so tú hevur fult tamarhald av, hvat tú rindar fyri. Harafturat sært tú eitt eintak av rokningini í heimagreiðsluni hjá bankanum. Um tú ynskir, kanst tú fáa eina útskrift sendandi hvønn mánaða av nýtsluni, hendan tænastan kostar kr. 20,- um mánaðin.
Hvar keypi eg beinara?
Ein beinari er eitt ADSL modem, og er ein treyt, um tú ynskir breiðband. Eisini verður beinarin nýttur til at knýta fleiri teldur at tínum alneti. Tú kanst keypa hesar beinarar í Vodafone handlunum ella beinleiðis frá montørurnum, tá ið teir koma at seta breiðbandið til.
Hvat er linjugjald?
Linjugjald er eitt gjald til FT Net, ið umsitur, viðlíkaheldur og dagførur landsumfatandi koparnetið, sum gevur okkum internet, heimatelefon og IP-sjónvarp.
Hvat geri eg um eg havi gloymt koduna til breiðbandið?
Vit kunnu senda tær eitt bræv við koduni eftir áheitan. Gev gætur! Tað ber ikki til at fáa kodur upplýstar umvegis telefon.
Kann Vodafone hjálpa mær at seta beinarar o.a. upp?
Ja, men tað er ikki íroknað stovningargjaldið. Fyri hetta arbeiði verður rindað tímaløn, ið er ávikavist kr. 420,- fyri kaðalarbeiði og kr. 600,- fyri KT arbeiði. Prísirnir eru við meirvirðisgjald.
?Hjálp