Hey Mánadagur - Skriva títt telefonnummar í rútin niðanfyri fyri at fáa títt fría avsláttarmerki.

So senda vit tær eitt SMS, sum tú vísir, tá tú keypir títt atgongumerki. Tú rindar fyri eitt atgongumerki á staðnum, og so rinda vit fyri tað seinna.

Koyr go-kart við vinunum

Ert tú kundi hjá okkum, kanst tú hvønn mánadag bjóða einum vini við at koyra go-kart frítt. Tú rindar fyri ein persón, og vit rinda fyri hin.

Stóri go-kart banin á Skarðshjalla í Tórshavn fær adrenalinið at pumpa og kappingarsinnið í gongd, tá tú traðkar á speedaran og koyrir saman við vinunum. Tú kanst velja at koyra, sum tú vilt, ella tit kunnu skipa fyri eini kapping. 

Les meira á www.sus.fo/go-kart.


Spæl paintball við vinunum

Ert tú fartelefon kundi hjá okkum, kanst tú hvønn mánadag bjóða einum vini við at spæla paintball frítt. Tú rindar fyri ein persón, og vit rinda fyri hin.

Royn innandura paintball í frálíku umstøðunum á Selatrað.

Bílegg pláss antin við at ringja á tlf 751075 ella vitja Selatraðsdepilin


Bjóða onkrum, tær dámar, við í biograf

Ert tú kundi hjá okkum, kanst tú fáa eitt frítt bio-atgongumerki hvønn mánadag. Tá tú keypir eitt atgongumerkið í Havnar Bio ella Atlantis Bio í Klaksvík, so rinda vit fyri tað næsta.

Hetta merkir, at tú kanst bjóða einum vini, sjeikinum, damuni, systir, beiggja ella øðrum við í biograf, og bara rinda fyri eitt atgongumerki. Tilboðið er galdandi til hvønn mánadag og til allar filmar.

P.S. Talið av ókeypis atgongumerkjum hvørja viku er avmarkað. Nýggjar avsláttarkotur verða leysgivnar á midnátt hvørt mánakvøld.


Bjóða onkrum av í bowling

Ert tú kundi hjá okkum, kanst tú bíleggja ein bowlingbana fyri hálvan prís, hvønn mánadag.Tú vísir bara títt fría avsláttarmerki tá ið rindar fyri banan

Tú kanst bílegg ein bana við at ringja til Bowlinghøllina á Hálsi á tlf. 358181

?Hjálp