Um tú hevur fartelefonhald hjá Hey ella øðrum veitara, so er lætt og ómakaleyst at skifta og fáa fyrimunirnar við nýggja haldinum. Tað gert tú við at vitja okkara nýggju sjálvgreiðslu, upprætta ein brúkara og fylgja vegleiðingunum víðari.
Hey haldini gera tað ekkaleyst at brúka fartelefonina, tú fært ongar óvæntaðar eykarokningar. Goldið verður forút, og ynskir tú at brúka meira enn íroknaðu nýtsluna, mást tú fylla pening á inni á sjálvgreiðsluni.
Nú ber til at avgreiða øll tíni viðurskifti á netinum. Tú hevur altíð møguleika at broyta títt hald, leggja familjulimir afturat, bjóða vinum við og fáa eitt yvirlit yvir tína nýtslu
Bjóða einum vini at gerast kundi hjá Hey, og um viðkomandi tekur av, fáa bæði tú og tín vinur 4 GB í part omaná tykkara verandi hald.
Um tú hevur eitt 5 GB hald og bara brúkar helvtina av tínum GB í einum mánað, jamen so kanst tú brúka hina helvtina næsta mánað uttan meirkostnað.